3. lið javnleik í botnbraki

Týskvøldið 12. juni var lagt upp til botnbrak í seriu 3 í Valby. Bk Hellas tók ímóti ÍF Føroyum, og hesi liðini lógu ávíkavist á 9. og 8. plássi áðrenn dystarbyrjan. Fyri at lyfta seg úr botninum var tískil sera umráðandi at fáa stig heim við aftur á Amager.
Okkara lið var væl mannað hendan dagin, og líkindi at spæla vóru av teimum allar bestu. Yvirskýggjað, stilt og sera lýtt.
Vit byrjaðu væl og vóru spælstýrandi fyrstu løtuna av dystinum. Tá ið fimm minuttir vóru farnir, legði Hansmar elegant ein flatan bólt inn um verjuna hjá BK Hellas. Bartal rann bóltin upp, tók eitt trekk til høgru og smekkaði bóltin eftir jørð, umvegis stongina yvir í mótsættu síðu. 1-0 til ÌF Føroyar.
Næstu løtuna komu bæði liðini til fleiri næskar málmøguleikar, tó uttan at nakað spurdist burturúr. Tá ið hálvur tími var spældur, høvdu vit eitt støðugt trýst á teirra mál. Bólturin kom inn fyri úr høgru síðu, og har var Bjarni hægstur og stútaði bóltin í netið til hálvleikstøðuna 2-0.
Við einari 2-0 leiðslu vóru vónirnar sera góðar til 2.hálvleik. Hetta vísti seg tó at gerast ein sera trupul hálvleikur, har vit runnu aftaná í samfullar 45 minuttir. Luftin var farin úr balónini í hálvleikinum og orkan tóktist at vera uppbrúkt. Álopini skolaðu oman ímóti okkara máli og hetta vóru vit revsaðir fyri í 55.minutti. Teir skoraðu og fingu nú blóð uppá tonna at fáa útjavnandi málið.
Tá ið tað restaðu 10 minuttir av dystinum fekk Bk. Hellas eitt ivasamt brotspark. Heini, sum hevði havt fleiri fantastiskar bjargingar í dystinum, bjargaði brotssparkinum meistarliga. Hetta sá út til at geva okkum trý stig á kontuna, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Beint fyri dystarlok kom ein høgur bóltur inn fyri okkara mál. Bólturin fór onkursvegna umvegis vinir og fíggindar í netið. Soleiðis at endaliga støðan gjørdist 2-2.
Undirritaði fekk heiðurin at skriva hesa dystarfrásøgn, tí hann fekk ostaflísuna frá manninum í svørtum í 85.minutti, fyri at gera vart við ivasama avrik dómarans.
2. lið, Bk Hellas - ÍF Føroyar 2-2 (0-2)
Liðið: Heini- Ólavur, Jákup, Eyðfinn, Høgni – Trúgvi, Bjarni, Mathias, Óli – Bartal, Hansmar.
Eyka: Jógvan, Bogi, Bergur.
Dagsins maður: Heini 10, Mathias 2, Jákup 1, Bjarni 1, Bartal 1.
Mynd: Heini Kristiansen gjørdist dagsins leikari (Savsmynd: Rólant Waag Dam)






