Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Okkara stuðlar venjingardystinum Inni í Vika

Mynd: Janus Ortind Eins tað var møguligt til venjingardystin í fjør, so verður tað eisini í ár møguligt hjá verandi og fyrrverandi limum felagsins at njóta eina kalda bjór frá Okkara, saman við leikarunum eftir dystin. Síðan Okkara breyt Ølmonopoli í 2010 hava teir verði fastir fúsir til tiltøk felagsins og aftur hesuferð eru teir við. Dysturin ímóti AB verður leiktur Inni í Vika á Argjum 27. juli og verður hetta einasti venjingardystur leikarnir fáa, áðrenn teir skulu í eldin aftur 11. august tá Københavnserien byrjar.

Hesir verða Okkara menn á vøllinum: Skála: Heini Kristiansen, Rói Jacobsen og Bárður Danielsen. 07 Vestur Trygvi Askham og Jóhan Hendrik Ellefsen. B68: Ovi Brim. ÍF: Hanus Eliasen. B36: Jóhan V. Gunnarson, John Hansen, og Johan Ellingsgaard. HB: Páll Mohr Joensen og Rani D. Christiansen. KÍ: Jósup Henriksen og Steffan Kalsø. TB: Rasmus Nolsøe. FC Suðuroy: Jákup Olsen.

Meðan Helgi Justinussen og Bergur Midjord, báir B36 og Rasmus Nielsen, B71 hava sagt seg møguliga verða tøkar.

Vónandi koma tey, ið vara av felagnum ein túr at hyggja og tjóðstarta Ólavsøkuna saman við Okkara leikarum og Okkara øl.



.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution