Kvinnan á bonkinum: Miriam Jannit Michelsen

Hesa vikuna hava vit sett kvinnuvenjaran Miriam Jannit Michelsen á bonkin. 22 ára gamla Miriam er vágsdama og sveimar sjálvandi á skíggjunum, nú FC Suðuroy sær út til at hava kós ímóti Vodafone fótbólti aftur. Miriam hevur búð niðri í nøkur ár og er í gongd við at lesa ítrótt á KU. Hon byrjaði sum kvinnuvenjari í februar og enn hevur liðið hjá henni bara vunnið.

Miriam oyðilegði sær knæði í innandurakappingini í februar og tískil hava vit enn ikki sæð hana vísa síni bóltkynstur á kløvermarkini. Vit mugu tíverri skuffa allar beilararnar í skiftingarrúmið nr. 25, tí Miriam er í parlagið. Vit vóna at tað gongst Miriam eins væl í øllum øðrum, sum tað gongst við venjarakarrieruni.

 

Miriam svarar hesa vikuna uppá speisku spurningarnar.

Lýs teg sum venjara/fótbóltsspælara við 3 orðum: Sum fótbóltspælara, um eg sjálv skal siga tað, so havi eg yvirblik, eri teknisk og ambitiøs, men spyrt tú ein og hvønn annan, so siga tey allar helst illsint og óheldig, men fantastisk alíkavæl. Sum venjari eri eg sum ein annar del Bosque :)

Hvussu dámar tær at at vera venjari? Eg dámi sera væl at vera venjari! Haldi at kvinnurnar hava eitt gott lið í ár, og áhugin fyri at koma til venjing er enn stórur og tískil gerd tað, at eg haldi tað vera inspirerandi og stuttligt at vera ein so stórur partur av liðnum.

Skulu leikarnir hava fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Fleiri lutasedlar! ”Fín venjing at renna Amager runt”

Hvat er málið hjá kvinnunum í ár? Málið er og skal altíd vera at vinna, og tað ætli eg sjálvandi at gera mítt besta til. Og um tað eydnast flyta vit jú upp, sum er okkara endaliga mál fyri kappingarárið.

Besti leikari tú hevur leikt við? Tad er ein genta, sum eitur Nanna, ið gekk á sama háskúla sum eg. Hon hevur spælt vid danska A-landslidnum, og ringt er at skilja at ein genta kann vera so dugnalig, men hon var onki minnið enn fantastisk.

Besta/stuttligasta minnið frá Kløvermarkini? Nú havi eg ikki verið har úti so longi, men at vinna fyrsta dystin var ótrúliga stuttligt. Eg hevdi tó eisini eitt hugnaligt kvøld vid gentunum ”frá Kløvermarkini” har hvar, hvussu og bumm-gjald ella ej, vóru heit evnir.

Hvat er ein góður kossur? Ein grønlendskur kossur er ikki at forsmáa.

Størsta fótbóltsuppliving? Tad má vera, tá ið eg møtti Phillip Cocu. Men at spæla dyst móti Venstre við Lars Løkke á ódda var eitt hugtakandi fótbóltsupplivilsi.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær? Eg haldi, at har er eitt sindur til hvønn smak! Men reyvurnar sunnast úr Føroyum mugu verða tær bestu, hóast tær eru hálvir flogvallir og okkurt gott er at takað í.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum? Eg havi ikki nakað at klaga um sum nú er.

Hvønn spurning hevði tú aldrin svara uppá? Hendan...

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution