So ferð kappingin av bakkastokkið
1.lið fer, sum tað fyrsta av felagsins fimm liðum, í action sunnudagin og seinni í vikuni fylgja hini tropp.
Nú byrjar landskappingin og sunnudagin kl. 11.45 leikar 1. Lið á útivøllið ímóti Vigerslev BK. 1. Liðið leikar, sum tað einasta, heilárs kapping. Nú kappingin er hálvrunnin, liggur liðið í løtuni á 11. Plássið við 12 stigum fyri 13 dystir. Ætlanin er tó at hetta skal betrast og sum mál er ætlanin at røkka einum 7. Plássið.
Spennandi verður at fylgja ymsu liðunum og heimasíðan ætlar at gera sítt ítarsta, fyri at halda tey vitjandi ajour við úrslitum og frásagnum.
Hini liðini fara sum sagt eisini í eldin ein av komandi døgunum og niðanfyri sæst yvirlit yvir leikdagarnar:
7 mans liðið: Týsdagin 12/4 kl. 17.30 móti B1908 á Kløvermarkini
Kvinnu liðið: Leygardagin 16/4 kl. 11.15 móti AB Tårnby á Vestamager
3. lið: Mikudagin 6/4 kl. 20.45 VLI á Jens Jessensvej
2. lið: Hósdagin 7/4 kl.18.15 móti B93 á Kløvermarkini
1. lið: Sunnudagin 3/4 kl. 10.45 móti Vigerslev í Valby






