Apríl søga: ÍF Føroyar eitur nú Team Libresse
Í stuttari fráboðan, ið er send út í dag. Hevur leiðsla felagsins boða frá navnabroytingini. Skrivið kann lesast her.
Soleiðis ljóðar skrivið, ið er sent út:
Vit í nevndini, eru í dag komnir ásamt við fyritøkuna Libresse A/S, um at selja navnið á felagnum fyri eina ónevnda upphædd. Hetta ger, at felagið frá dags dato broytir navn til Team Libresse og at búnar og heimasíðan framyvir vera at finna í eyðkenda ljósareyða litinum, ið eyðkennir Libresse A/S.
Libresse A/S er mest kend fyri framleiðsluna av hygiejnebindum og tamponum til kvinnir og afturat, at felagið fær eina ónevnda peninga upphædd, fáa allir limir felagsins tvey ársbrúk av libresse hygejnebindum, við at venda sær til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
Vit í nevndini eru fegnir um avtaluna og ynskja øllum ein góðan apríl mánaða.
Vinarliga
Nevndin






