Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Torfør uppgáva fyri framman

ÍF Føroyar hava í gjár trekt traditiónsfelagið BK. Frem í steypakappingini og skulu á heimavøllið takað ímóti seksfaldu danmarksmeistarunum mikudagin 4. maj.

Lutakastið til steypakappingina hevur verði og nú er greitt, at ÍF Føroyar hevur trekt stórfelagið BK. Frem, ið hevur hýst føroyskum stjørnum, so sum Atla Danielsen, Jónas Tór Næss og Boga Løkin.

BK. Frem datt úr bestu deildini í 2004 og á sumri í fjør fór felagið av knóranum og bleiv tvangsniðurflutt í Keypmannahavnarseriuna. Tískil eru teir longu við í lutakastinum og í fyrsta umfarið hølvaðu teir seriu 2. liðið BK. Stefan heili 0-10 á útivølli.

Síðan Frem bleiv tvangsniðurflutt hava teir lagt stóran dent á at flyta upp gjøgnum rekkjurnar, sum skjótast og tað má sigast ganga væl. Longu nú eru teir 10 stig fremstir og hava ikki tapt ein dyst síðan teir fluttu niður. Frem hevur vunnið DM heitið heili 6 ferðir og er enda á øðrum plássið 9 ferðir.

Meiri verður at lesa um hetta, tá dysturin nærkast.


Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution