Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Tungur sigur til 2. lið

Hóast boðini vóru bæði greið og klár undan dystinum, so kravdi tað ein øgiligan uppsang í steðginum, áðrenn ársins fyrsti heimasigur hjá 2. liði kom í hús í farnu viku.

2. lið, 19. apríl 2011:

ÍF Føroyar - KFUM 3-1 (1-1)

1-0: Jákup

2-1: Steinar

3-1: William

Alt tekur tíð, men at brúka eina viku um at skriva eina dystarfrásøgn er ikki gott nokk! Hinvegin eru trý stig góð og tað var júst tað, liðið hjá Janusi Petersen fekk farna týsdag. Men tað var ikki uttan sløsarí, spiltar møguleikar, vánaligt spæl, ein øgiligan uppsang og at enda eitt sindur av stríðsvilja, at sigurin kom til hølvdar.

Fortreytirnar vóru annars av teimum bestu. Liðið var heilt hampiliga mannað, leikararnir vóru forkelaðir við nýggjum, snotiligum leikbúnum. Serliga nógv var gjørt burtur úr leikbúnanum hjá málverjanum, sum var ljósareyður. Sjúrður Pink, sum hann eisini verður róptur, helt fyri, at hann kanska skuldi goymt litføgru málmansblusuna til vikuskiftið, heldur enn at dálka hana á bana 10 á Kløvermarkini eitt týskvøld.

Sjálvur dysturin byrjaði annars rættiliga væl, hóast tað kanska var eitt sindur tilvildarligt. Eftir heilt fáum minuttum fekk áleyparin Jákup runnið ein langan bólt upp, prikað framvið málverjanum og 1-0 leiðslan var tryggjað.

Tá var so lítið spælt av dystinum, at tað als ikki gevur meining at tosa um, at leiðslan var uppiborin ella ei. Veruleiki var hon kortini, tað bar ikki til at seta spurnartekin við. Hinvegin var avrikið hjá 2. liði at meta sum eitt stórt spurnartekin, tað ið eftir var av fyrra hálvleiki. Einki samanhangandi spæl, eingin yvirskipað ætlan var at fáa eyga á og eingin stríðsvilji. Hetta síðsta, altso stríðsviljin, er tað mest avgerandi av øllum hesum, tí venjarin hevur sæð stóran heiður í, at stríðsviljin skal ongantíð vera tað, sum liggur eftir hjá okkum. Tað gjørdi tað í fyrra hálvleiki.

Hetta sást millum annað aftur í, at tað eydnaðist KFUM at javna við innleggi úr vinstra borði, umframt at teir høvdu fleiri onnur heilt vandamikil innlegg. Størsti trupulleikin í hesum sambandi var, at skótarnir rætt og slætt fingu ov góðar stundir. Aftrat hesum misnýtti Ingibjørn brotsspark og síðani Tróndur beindi returin beint í føvningin á málverjanum. Ein upplagdur kandidatur til dagsins Una, sum enn ikki er fingin til vega.

Tíbetur vóru nógvir batar at hóma í seinna hálvleiki. KFUM var framvegis betra liðið, men okkara mans funnu stríðsandan og liðandan fram og tað gav úrslit. Millum annað kom Bjarni inn og stýrdi væl. Tíðliga í øðrum hálvleiki eydnaðist tað eisini Steinari at leggja okkum á odda, tá hann lætt og elegant stútaði eitt hornaspark frá Tróndi inn við nærmaru stong.

Seinni gjørdi William honum kynstri eftir og stútaði eitt innlegg frá Áka úr vinstru í málið, eftir at bólturin varð fluttur upp í høgra borði.

Tjikkilakka-dreingirnir høvdu eisini sínar kjansir, men Sjúrður Pink var vakin og tók tað, sum takast skuldi. Sostatt vunnu okkara mans 3-1 á heimavølli á KFUM.

Í dag, týsdagin, er tað umráðandi, at okkara fáa, um ikki takið, so eina feeling av dystinum í Fælledparkini frá byrjan. Janus hevur uppskriftina klára og tá hon er fylgd higartil, hevur tað riggað útmerkað.

Liðið: Sjúrður – Rólant, Høgni L., Ingibjørn, Sámal – Brandur, Tróndur, Steinar, Bergur – Jákup, William.

Eyka: Bjarni, Áki, Per.

Dagsins leikararar: Rólant 5, Sjúrður 3, Bjarni 2.


Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution