Uppdatera: 2.liðið tapti á útivølli
Týskvøldið tapti 2. lið á útivølli ímóti BK. Viktoria.
Sjálvt um okkara menn kempaðu fyri sigur, var viljin ikki heilt so stórur sum hjá Bk Viktoria og tad eydnadist okkara monnum bert at fáa 3 skot ímóti málinum hjá Bk Viktoria, men hesi náddu aldrin heilt at testa málmannin.
Ikki so nógv er at siga um dystin, uttan at menn fóru í skiftingarrúmi aftaná dystin vid vónum um at ongantíd aftur at endurtaka tad vit vóru vitni til týskvøldi í Fælledparken. Málini komu í hvør sínum hálvleiki.
Tad skal líka nevnast at maskotturin "Uni" hevur skift navn til "Andras". Rógvi fekk Andras til ognar, av tí at Rógvi helt seg vera sera stað kendan, men megnaði at fylgja sínum liði ein øðiligan umveg, so at okkara menn sluppu at ganga Fælledparkina einaferð runt, áðrenn teir sóu vøllin, ið teir skuldu leika á. Stórt tillukku til hann.
Besti leikari ella leikarar, gjørdust: Ingibjørn, Helgi og Johan Hendrik vid 3 stemmum hvør.
Lidid: Sjúrður, Ingibjørn, Jákup S, Johan Hendrik, Bergur J, Helgi, Tróndur, Kaj á St, Rógvi, Jósup, Jóhan Petur
Eyka: William, Bartal, Brandur E.






