Tíðindasavn
Powered by mod LCA

2. liðið fekk bank á heimavølli.

Sunnumorgunin 22. mai spældi næstbesta liðið hjá ÍF FO ímóti oddaliðnum Skovshoved. Og tað eru nokk fleiri ið helst

vilja gloyma tann dystin.
Skovshoved var við yvurlutan so at siga allan dystin. Okkara menn komu ongantíð í rætta gear og endin var eitt stórtap
uppá 6-2.

Veðrið var fínt, og sum Kløvermarkin sær út fyri tíðina var tað fínastaslag at fáa eitt sindur av regni beint áðrenn hálvleik. Tað tyktist torført hjá okkum at fáa fleiri samanhangandi avleveringar, men hvat vit skulu skylda uppá er ringt at siga. Skovshoved vóru tendraðir frá fyrsta bríksli og vøllurin var einki at skriva heim um. Restina mugu vit taka á okkum sjálvar.

2 mál eru ofta nokk til at vinna ein dyst, men tá hinir fáa 6 so er ikki lætt. Sum heild er ikki nógv at siga um dystin enn at

vit møttu einum liði sum var sterkari og meira tendraðir enn vit. Málini skoradu Petur Óli og Hanus.
Dagsins detalja kom tá id Mathias bleiv skumpadur um koll av einum Skovshoved-leikara, har hin leikarin eftirfylgjandi rópar eftir Mathiasi: "Så spis dog noget rugbrød mand!" Hetta skuldi Mathias ikki hava sitandi á sær, so hann gjørdi ikki mætari enn geva dananum eina ordans harratakling minuttin aftaná, sum fekk danan so nógv upp at kóka, at lidfelagarnir máttu halda honum aftur og sissa hann! Dagsins "Andras" bleiv sostatt givin til Mathias fyri "rugbreyds-taklingina"! ;-)

Næsti dystur verður hósdagin 26. mai, og her eru 3 stig rættiliga viktig!

Liðið: Sjúrður, Jóhan Hendrik, Ingibjørn, Kaj, Regin, Magni, Hanus, Petur Óli, Niels, Rógvi, Jósup
Bonkurin: Ásbjørn, Tróndur, Mathias
Dagsins leikari gjørdist Niels.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution