Hesa Vikuna: Sjúrður Hovland Petersen
Sjúrður situr á bonkinum hesa vikuna.
Maðurin á bonkinum hesa vikuna er The Grand Old Man Sjúrður Hovland Petersen. Køtturin á strikuni ella bara Honky tonk Hovland! Sjúrður er gamal í garði í ÍF Føroyar høpi og hevur vart málini í ymsu deildunum, síðan 2005. Men hóast Sjúrður er 33 ára gamal so er hann yngri í sinn enn teir flestu í sinn og har Sjúrður reikast er altíð gott lag.
Hann arbeiður sum lærari í Virum, gongur saman við Kristinu úr Hvalba og saman eiga tey sonin Tróndur, ið mest kann sigast vera ein miniversión av pápanum. NSÍ fyllur stóran part av fótbóltshjartanum, men størsti parturin er tó halgaður Leeds United?? Hví, tað veit ongin… Sjúrður verður ynskt nógvar cleen sheets og eitt gott kapingarár.
Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Mangul av betur
Hvussu dámar tær at selja lutaseðlar?
Eg orki ikki fyri tíð. Tað er ca líka so irriterandi sum at hoyra Schmeichel snakka um fótbólt áðrenn og aftaná CL dystirnar.
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Hægri limagjald. Tað kundi evt verið gjørt soleiðis, at tá tú byrjaði í felagnum, so skuldi tú betala nógv, og so skuldi limagjaldi minka við árunum!
Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Býttur spurningur. Øll vita at skinnarar ikki skullu vaskast.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Christian Høgni Jacobsen havi eg altíð hildi, kundi okkurt serligt við einum bólti, so eg fari at geva honum tann heiðurin.
Besta ÍF Føroyar ball?
Seinasta ársveitsla. Gloymi ongantíð tá nevndarformaðurin (er hann nevndur, er hann kendur), royndi at festa sær í uttanfyri, men hóast tað var pinnastilt, so slóknaði eldurin alla tíðina! Rólant veit hvat eg snakki um.
Hvat er ein góður kossur?
Eg endurtakið orðini hjá Albert Einstein sum segði: “Any man who can drive safely while kissing a pretty girl is simply not giving the kiss the attention it deserves”. So ein góður kossur er ein kossur sum fær tað uppmerksomheitina hann hevur uppiborið. Hinvegin er ein kossur frá damuni altíð góður.
Størsta fótbóltsuppliving?
Tað eru tvær sum eg komi í tankar um. Onnur var at vera á Highbury og síggja Leeds vinna 2-0 við 9 monnum, meðan hin var tá sonurin sang “Marching on Together” saman við hinum 30000 áskoðarunum á Ellend Road. Um eg skuldi valgt, so hevði tað nokk verið tann seinna.
Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Havi altíð fingi at vita at eg havi eina einastandandi fasta og góða reyv, so…
Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Nevndin kundi umhugsa eitt heppikór, sum kundi komi og stuðla okkum til dystirnar.
Hvønn spurning hevði tú aldrin svara uppá?
Eg havi eitt prinsipp um ongatíð at svara uppá býttar spurningar, og tað fari eg ikki at broyta nú.






