2. Lið vendi gongdini móti KB
Hósdagin 26. mai spældi næstbesta liðið hjá ÍF Føroyum ímóti KB. Dysturin hevði stóran tydning, skuldi liðið koma burtur frá niðurflytingarspælinum. Tað var eyðsýnt, at menn ætlaðu sær øll stigini hendan dagin, og Jósup hevði eitt nærgangandi skot stutt eftir dystarbyrjan. Sum fyrri hálvleikur fór fram, var tað smátt við málmøguleikum.
Ikki fyrr enn í síðstu løtu sendi Mathias eina avlevering afturum KB verjuna, og har rann William avstað við boltinum og sparkaði hann hegnisliga í málið. Ein góður kandidatur til ársins mál!
Seinni hálvleikur gjørdist meira opin og nógvar áhugaverdar detaljur vóru serveraðar fyri áskoðarunum. Vanligt er, at málmenn boksa boltarnar vekk frá málinum, men Heini valdi at diska upp við einari frekari detalju. Eitt KB-innlegg kom tætt uppat okkara máli og ístaðin fyri at boksa boltin út millum fíggindar og vinir, so valdi Heini at boksa boltin, trygt á stongina og út í feltið aftur, har okkara verjuleikarar kundu spæla frameftir.
Í seinna hálvleiki legði Elfinn teir blákløddu framum við tveimum málum. Eitt hart innlegg kom úr høgru síðu. Málmaðurin og ein verjuleikari hildi seg hava støðuna undir kontrol, eftirsum eingin føroyingur var í nánd. Har tóku teir so feil. Elfinn var nokk uttanfyri 16 meturin, tá innleggi kom, men við fullari ferð náddi hann at kasta seg inn til boltin og stúta hann í málið. Hereftir legði KB størri trýst á og vóru eisini nær við at skora, men verjan stóð sera væl hendan dagin, og einki mál kom afturat. Sostatt endaði dysturin 2-0 til okkara menn.
Dagsin ”Andras” fekk undirritaði, fyri at megna at sparka boltin á yvirleggjarin og út. Tað skal kanska viðmerkjast, at skotið bleiv útført inni í 5 metrinum.
Dagsin maður bleiv Mathias, sum spældi ein branddyst á miðvøllinum. Heili 9 atkvøður fekk hann. Áðrenn dystir avgjørdu menninir, at um onkur fær fleiri enn 8 stemmur sum dagsins maður, so skal viðkomandi bjóða eina rammu til næsta dyst. So vit takka fyri, Mathias ;)
Liðið: Heini, Ove, Ingibjørn, Jákup, Rólant, Allan, Regin, Mathias, Elfinn, Jósup, William
Bonkurin: Per, Bartal, Steinar
Dagsins leikari: Mathias






