Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Enn ein javnleikur hjá 3. liði

Sum upptakt til ársins Summer shake down, skuldi 3. Lið royna seg móti B1960, sum liggur mitt á stigartalvuni, men ÍF Føroyar eigur ivasama heiðurin av at liggja niðast. Tí vóru menn undan dystinum uppsettir uppá, at vend skuldi koma í.

Dysturin var leiktur á eini mosavaksnari buglutari fløtu, sum var væl gjøta av gæsnum, sum vóru nógvar har um leiðir. Langt burtur frá heimliga umhvørvinum úti á amager. Hetta sá tó ikki út til at nerva føroyingarnar merkisvert, tí fyrsta korterið av dystinum var at kalla eitt langt ÍF Føroyar álop. Um tað vóru føroyingarnir, ið vóru góðir ella um heimaliði ikki hevði fingið hita í kroppin lata vit vera ósagt, men tað gekk væl hjá okkara monnum at finna hvønn annan.

 

Tað vóru eisini Føroyingar, sum eftir 10 min løgdu seg á odda, tá Bergur kom at standa púra óvardur eftir hornaspark og við lærinum kundi førka bóltin í málið. Líkt var til at hetta fór at vera eitt walkover, men okkara menn høvdu illa nokk fingið armanar niður aftur tá B1960 javnaði.

Eitt langt langt spjót av einum manni, hevði leita sær fram í okkara brotsteig til eitt horna, og kundi ótarnaður skalla bóltin í málið. Hetta hendi ikki minni enn tvær ferðir og tá vit misskeiðis í hálvleikinum missa bóoltin í uppspælinum, var tað 1-2-3 og sá lá bólturin aftur í ÍF Føroyar málinum. 3-1 til B1960. Ein kollektiv heilabløðing hjá okkara monnum, sum tóktiskt at hugsað meir um summer shake down, enn um dystin. Tað Eydnaðist okkum tó at skora áðrenn hálvleik, tá Jóhan setti innaru síðu á, eftir at B1960 verjan ikki megnaði at rudda bóltin burtur, men av einari ella áðrari orsøk floytaði dómarin fyri frísparki, so málið bleiv kolldómt, so tá menn fóru til hálvleiks var støðan 3-1 til teir óndu.

ÍF Føroyar liðið broyttist eitt sindur til 2. Hálvleik, tá ið Djóni og Jóhann fóru út, ímeðan Jógvan og “keyli Janus” komu inn. Hetta sást beinan vegin, tí B1960 høvdu ógvuliga trupult við at fáa bóltin frá stóra fuglfirðinginum. Dasins detalja var tá Janus sum ein annar línudansari rak við bóltinum frá egnari hálvu upp  í mótsatta horn, tá ein dani føldi seg noyddan at steðga Janus óregluliga. Sum takk fyri ómakin, fekk danin ostaflísina frá dómarinum og mátti út í 10 min. Byrjanin av seinna hálvleiki var sum heild merkt av fleiri gulum kortum, tvey til hvørt liðið, har í millum var eitt til harðmælta ÍF’aran, sum var tveittur út eftir kjaftaslit. Hetta gav betri pláss á vøllinum, sum føroyingarnir gagnnýttu væl. Misskeiðis í hálvleikinum bragdar hjá ÍF Føroyum, tá Djóni fangar returin eftir eitt skot frá Bergi. Løtu seinni eydnast tað Per at senda Undirritaða avstað, sum einsamallur móti málmanninum er ísakaldur, eftir at hava verið ein av stóru brennivargunum í fyrra hálvleiki, og setur bóltin í netið til 3-3. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum sostatt endaði við enn einum javnleiki.

Tað hevur enn ikki gingið eftir vild hjá liðnum í ár, sum higartil hevur fyrsta sigurin til góðar. Vónandi kemur hann týskvøldið :)

Dagsins maður bleiv Djóni, sum sostatt fekk heiðurin av at skriva skrivað dystarfrásøgn.

Liðið: Sjúrður- Janus O, Eirik, Sámal, Mannbjørn – Jóhan, Bergur, Tróndur, Djóni – Fróði, Per

Eyka: Jógvan, Janus E.P.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution