|
Seria 1, P2
|
27/4-2010 Kl. 19:00 Kunst Ny, Kløvermarken
|
|
ÍF FØROYAR
|
Heini
Janus
Jákup
Ovi
Kaj
Emil
Rani
Jóhan
Rókur
Erling
Rasmus
Pætur
Rói
Frank
|
|
|
|
ÍF Føroyar |
0 - 2
(0 - 0
)
|
BK Rødovre
|
|
|
|
1. lið helst mist møguleikan fyri uppflyting
Á heimavølli eydnaðist tað ikki 1. liðnum at fáa stig burturúr týskvøldsdystinum, og tískil verður torført at røkka málinum, um uppflyting til Keypmannahavnar seriuna.
Hóast tað bert eru átta stig til uppflytingarplássið og heili 24 stig eftir at spæla um, so er kappingin so jøvn, at heili fýra lið liggja betri fyri enn okkara flaggskip.
Dysturin týskvøldið byrjaði væl, og okkara menn høvdu greiða yvirvág í bæði spæli og kjansum í fyrra hálvleiki. Rókur var arkitekturin aftanfyri tað mesta og tað sást eisini aftur, tá hann mátti lata seg skifta út vegna fepur um miðjan hálvleik.
Kjansirnir, ið fullu til okkara, vóru bæði nógvir og vandamiklir og um miðjan hálvleik legði Rani gott innlegg úr høgru síðu, sum Erling setti pannuna undir. Bólturin hevði kós móti nærmara málhorni, men júst sum føroyingarnir hildu seg hava skorað, bjargaði ein Rødovre leikari við hondini og dómarin peikaði á brotsparksplettin. Erling var settur at skjóta, men ólukkutíð so útplaseraði hann málmannin so væl at bólturin reyk framvið málinum.
Seinni hálvleikur var heldur javnari enn fyrri, tó at okkara enn vóru við yvirlutan. Hetta gav um miðjan seinna hálvleik mótálop til Rødovre. Komnir inn í føroyska brotsteigin, bleiv bólturin sendur heldur tilvildarligt aftur og fram. Føroysku spælarnir megnaðu ikki at fáa bóltin vekk og eftir eina misskiljing millum verjuleikara og málmann, endaði bólturin á fótunum á einum púra fríðum Rødovre leikara, ið setti bóltin í tóma málið.
Hetta fekk okkara mans at satsa enn meira og onkrir kjansir vóru eisini, men einasta máli,ð ið kom afturat, kom í skeivum enda og soleiðis gjørdist endaliga støðan 2-0.
1. liði liggur 6. plássi við 28 stigum fyri 18 dystir og tað skal ganga ógvuliga væl í hond, um uppflyting skal gerast veruleiki. Næsti dystur verður leygardagin 1. mai kl. 15 í Ryparkini móti BK Prespa, ið liggur tvey pláss og tvey stig aftanfyri okkara menn.
Uppstilling: 4-4-2
|