|
Seria 3, P8/11 Forår (P9)
|
11/10-2009 Kl. 13:00 Kløvermarken
|
|
ÍF FØROYAR
|
Sjúrður Petersen
Carl H. Høgnesen
Eyðfinn Fjallsbak 
Bjarni Justinussen
Petur Hammer
Rói Jacobsen
Petur Óli Samuelsen
Tróndur Petursson
Rógvi Arge
Jóhan Petur Holm
Jósup Henriksen
Janus Sørensen
Helgi Justinussen
|
| DAGSINS LEIKARI
|
Eyðfinn Fjallsbak 6 Bjarni Justinussen 5 Carl H. Høgnesen 1 Rógvi Arge 1
|
|
|
|
ÍF Føroyar |
1 - 0
(0 - 0
)
|
FA-2000
|
Rói Jacobsen (76.) |
|
2. LIÐ SIGRAÐI OG FLUTTI UPP
Næstbesta mansliðið hjá ÍF Føroyar skal komandi ár spæla í seriu 2. Hetta gjørdist greitt, tá liðið vann ein sera spennandi og tættan dyst móti nærmasta kappingarneytanum FA2000. ÍF Føroyar kundi noyðast við javnleik, men havnarmaðurin Rógvi Arge og skálamaðurin Rói Jacobsen vildu tað øðrvísi
Tað var lagt upp til ein serstakliga spennandi dyst, tá 2. lið seinnapartin næstsíðsta sunnudag tók ímóti FA2000 á nýggja graslíkisvøllinum á Kløvermarkini. Undan dystinum, ið var ársins síðsti hjá 2. liði, lá ÍF Føroyar á odda eitt stig frammanfyri mótstøðuliðið FA2000 á øðrum plássi.
Lagt var tískil upp til eina ordiliga finalu, har vinnari, streyk avstað við øllum, meðan taparin helst skuldi rokna við at enda á triðja plássi, tí Skovshoved helst fór at vinna sín síðsta dyst og harvið yvirhála liðið á øðrum plássi, tá tað einans vóru tvey stig, ið skiltu nummar eitt og nummar trý.
FA2000 kom, eins og 2. lið, skúmandi til dystin á einari ordiligari sigursaldu. Bæði liðini hava vunnið síðstu fýra dystirnar greitt: ÍF Føroyar við málmuninum 25-3 og FA2000 við málmuninum 25-7.
Ólukkutíð, lá dysturin mitt í heystfrítíðini, og tað gjørdi, at fleiri stuðulsleikarar ikki vóru við, tí teir vóru í Føroyum og gingu heystfjøllini (tað er í øllum førum tað, ið teir fortaldu misnøgda venjaranum).
Men maður kemur í mans stað. Rói Jacobsen, ið altíð hevur roynst 2. liðnum væl, varð tikin við fyri at fylla holið í álopspartinum eftir Pætur Jakobsen, meðan hin sera royndi Carl H. Høgnesen, sum hevur verið til dystin fúsur í seinnu helvt, traðkaði til í verjuni fyri Regin Thomsen.
Hóast ÍF Føroyar, orsakað av sínum óvanliga góða málmuni, kundi klára seg við einum javnleiki, fyri at tryggja sær beinleiðis uppflyting til Seriu 2, so kom tað ikki upp á tal at royna at spæla upp á javnleikin. Venjararnir, Una L. Hansen og Eirik Hammer, sendu liðið á vøllin, fyri at vinna hendan seinasta dystin á árinum.
Men stigatalvan gav liðnum eitt útgangsstøðið til dystin, ið passaði sum fótur í hosu til spælistílin, sum 2. lið hevur brúkt eftir summarsteðgin.
Liðið hevur havt stórt hepni við at hava eitt tolið útgangsstøði, og heldur ligið og bíðað eftir mótstøðuliðnum enn at jakstra mótstøðuleikararnar langt frammi á vøllinum. Taktikkurin hevur vunnið 2. liðnum yvirtakið í so at siga øllum dystunum, tí liðið hevur megnað at revsað feilirnar hjá mótstøðuliðunum, ið hava lopið á og blottað seg í verjupartinum.
Tað var gleðiligt at staðfesta, at nógvir limir í ÍF Føroyum høvdu tikið av áheitanini um at koma og stuðla liðnum í hesum avgerandi dysti, hóast tað var rættiliga ráligt í veðrinum. Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, stóðu eini 30 ÍF Føroyar viðhaldsfólk á síðunlinjuni.
Hinvegin stóð tað alt fyri eitt øllum greitt, at tað fór at verða trupult hjá ÍF Føroyum sunnudagin, tí FA2000 var ikki at spæla við. Talan var um eitt sterkt og væl leikandi mótstøðulið, ið ikki himpraðist við at brúka vøddarnar. Hetta gjørdi, at ÍF Føroyar ongantíð vann sær yvirtakið á dystin, ið bylgjaði aftur og fram.
Okkara menn skaptu tó teir bestu kjansirnar, og Jóhan Petur Holm átti at hava lagt ÍF Føroyar á odda beint fyri hálvleikssteðgin, tá hann varð spældur púra fríur frammanfyri málinum. Men ólukkutíð, bjargaði ein verjuleikari innarusíðusparkinum frá Jóhan Petur á mállinjuni við høvdinum.
Hóast okkara menn høvdu betru málmøguleikarnar, tóktist FA2000 hava yvirtakið mitt á miðvøllinum, og tað legði eitt stórt trýst á verjuna. Men hon stóð manniliga. Serliga miðverjan, við Eyðfinni Fjallsbak og Bjarna Justinussen, var sum ein múrur, ið FA2000-leikararnir ongantíð kom framvið. Teir báðir sett í grundini ikki ein fót skeivt allan dystin.
Venjararnir vóru tó ikki tryggir við støðuna. FA2000-yvirtakið á miðvøllinum gjørdi, at FA2000 kom fram til hópin av hornaspørkum og fríspørkum kring okkara brotsteig, og tað var ørkymlandi, tí leikararnir av Frederiksberg vóru ikki nakrir píningar, men hinvegin væl vaksnir menn.
Tað hjálpti nakað, at Helgi Justinussen, ið var komin tann langa vegin úr London, fyri at leika dystin, varð sendur inn á miðvøllin eftir ein hálva tíma við tí fyri eyga at vinna nakrar nærdystir mitt á vøllinum. Okkara menn kláraðu at halda skansan, so støðan var 0-0 í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur myndaði seg í rættiliga stóran mun sum fyrri. Spældið bylgjaði aftur og fram uttan at nakað av liðunum ordiliga fekk sett seg á dystin. Dysturin var meira javnur og spennandi enn hann var væl leiktur. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki.
Men Rógvi og Rói, R&R, vildu tað øðrvísi. Rógvi Arge, ið enn einaferð var ótrúliga raskur á vinstra borði, hevði allan dystin fingið sera harða viðferð av FA2000-leikarunum. Hetta gjørdi, at hann ikki ordiliga – eins og hann plagar – fekk sett sítt frámerki á dystin.
Ikki fyrr enn í 76. minutti. Tá fangar Rógvi bóltinum nakað aftanfyri miðlinjuna, og dregur frameftir við honum. Komin árakað miðlinjuna, sendir hann eina ótrúliga beinrakta sending inn um verjuna hjá FA2000. Málverjin kemur stormandi út úr málinum, tí Rói, sum í seinna hálvleiki varð fluttur fram í álopið, eltir bóltin. Rói er fyrstu á bólinum og fær prikað hann framvið málverjanum, og hóast Rói fær eitt skump, varveitur hann fótafestið og fær sparkað bóltin inn í tóma málið úr 16 metra frástøðu.
Málið var ein øgiligur lætti hjá leikarunum, ið allir flokkaðust um Róa, eins og ein plagar at síggja í sjónvarpinum. Deiligt at uppliva, tí tað avspeglaði, at leikararnir veruliga vildu vinna dystin og góvu seg alt fyri liðnum.
Hóast FA2000 royndi at trýsta tað, ið eftir var av dystinum, so tók málið broddin av mótstøðuni. ÍF Føroyar átti at økt um støðuna, tá Helgi Justinussen í síðstu minuttunum snýtti kamakazi-offside-felluna hjá FA2000 og slapp at reka einsamallur við bóltinum frá miðjuni oman móti málinum hjá FA2000. Men okkurt bendi á, at tað ikki var meira luft eftir í Helga, tá hann endliga skuldi skjóta bóltin í málið, tí skotið var sera forkølað.
Sigurin var í hús, og tað var uppflytingin til seriu 2 eisini. Tað er veruliga nakað at fegnast um, sambært einum av venjarunum, Una L. Hansen, ið tó leingi ivaðist, um hetta fór at lata seg gera í ár.
"Um eg skal vera heilt erligur, so trúði eg, at møguleikin fyri at flyta upp langt síðan var rokin, tí 2. lið tapti fimm stig í tveimum teimum fyrstu dystunum beint eftir summarsteðgin, tá flest allir leikararnir enn vóru heima í summarfrí. Tað er kostnaðarmikið nú spælt verður hálvárskappingar. Men frá tí, at liðið var fullmannað aftur, hevur tað av hildið skrúvuna væl og virðiliga í vatninum og vunnið átta dystir á rað sera sannførandi," greiðir ein væl nøgdur venjarin frá.
"Hetta staðfestir bara, at liðið, sum tað er mannað í løtuni, er alt ov sterkt til at spæla í seriu 3. Nakrir av bestu leikarunum hava kett seg eitt sindur, hóast teir hava verið disiplineraðir og fokuseraðir, tí nógvir av dystunum hava verið ov lítið avbjóðandi – walk overs, sum tað eitur. Komandi ár verður øðrvísi avbjóðandi og nú verður lopið millum 1. og 2. lið ikki so stórt, og tí verða 2. liðs leikararnir betur rustaðir til at traðka til og taka kappingina upp um plássini á 1. liðnum, tí teir spæla í einari hægri deild. Og so verður tað áhugaverdari hjá leikarum á 1. liðnum at koma niður at spæla dystir fyri 2. lið," heldur Uni L. Hansen.
Venjararnir vil at enda takka leikarunum, ið hava verið við á 2. liðnum í ár, fyri eitt frálíkt kappingarár.
Uppstilling: 4-4-2
|
|
| Carl H. Høgnesen |
Eyðfinn Fjallsbak |
Bjarni Justinussen |
Petur Hammer |
|
| Rói Jacobsen |
Petur Óli Samuelsen |
Tróndur Petursson |
Rógvi Arge |
|
| Jóhan Petur Holm |
Jósup Henriksen |
|
Janus Sørensen
Helgi Justinussen
|
|