Dystarfrásøgn
|
Warning: mysql_num_rows() expects parameter 1 to be resource, boolean given in /customers/fotboltur.dk/fotboltur.dk/httpd.www/ny/2009/uppseting/read_from_mysql.php on line 155
|
|
|
Seria 3, P8/11 Forår (P11)
|
25/10-2009 Kl. 13:00 Ryparken
|
|
ÍF FØROYAR
|
Janus Hentze í Stórustovu
Hilmar Kass Jacobsen
Jákup Sørensen
Ingibjørn Johannesen
Rólant Waag Dam
Djoni Højgaard
Bergur Joensen
Tróndur Petursson
Petur Oluf Herason
Pætur Jacobsen
Olivur Abrahamsen
Steingrímur Hansen
Jóhan Hendrik Ellefsen
Bogi Sivertsen
|
|
|
|
østerbro IF |
0 - 5
(0 - 2
)
|
ÍF Føroyar
|
|
|
Ingibjørn Johannesen (24.)
Olivur Abrahamsen (40.)
Jákup Sørensen (55.)
Pætur Jacobsen (63.)
Ingibjørn Johannesen (70.) |
Málveitsla og blóð
3. lið hjá ÍF Føroyum svam í kjansum og Jákup Sørensen svam (næstan) í blóði, tá 3. lið endaði kappingarárið við stórsigri, har miðverjarnir trý av fimm málum
Ingibjørn Johannesen byrjaði ballið sunnudagin, tá hann stútaði ÍF Føroyar á sigurskós miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tað var eisini sami maður, sum endaði málveitsluna, tá hann setti eitt brotsspark í netið.
Kortini var tað Jákup Sørensen, sum flest øll tosaðu um eftir dystin. Hann drúnstútaði nevniliga ein bólt í kassan, og fekk ein alboga í andliti, soleiðis at blóðið fleyt frá andlitinum og hann noyddist av vøllinum.
Lukkutíð spældi 3. lið í Fælledparken, sum liggur beint upp at Ríkissjúkrahúsinum. So í fullari fótbóltsmondering gingu Jákup Sørensen og Eirik Hammer yvir á Ríkissjúkrahúsið. Hetta góða Ríkissjúkrahús, sjúkrahúsið yvir øllum øðrum sjúkrahúsum í danska ríkinum, hevur bara onga skaðastovu. So lærdi man tað!?
Tískil varð Jákup Sørensen tveittur í ein hýruvogn, sum flutti hann á skaðastovuna.
Hini bæði málini hjá ÍF Føroyum gjørdu Olivur Abrahamsen og Pætur Jacobsen, sum báðir tveir høvdu møguleika at skora minst eitt mál aftrat – fyri at siga tað pent.
Men ein 0-5 sigur í ársins síðsta dysti er heldur ikki at kimsa at!
Uppstilling: 4-4-2
| Janus Hentze í Stórustovu |
|
| Hilmar Kass Jacobsen |
Jákup Sørensen |
Ingibjørn Johannesen |
Rólant Waag Dam |
|
| Djoni Højgaard |
Bergur Joensen |
Tróndur Petursson |
Petur Oluf Herason |
|
| Pætur Jacobsen |
Olivur Abrahamsen |
|
Steingrímur Hansen
Jóhan Hendrik Ellefsen
Bogi Sivertsen
|
|
|
| |