Hagtøl



2009
várið
1.lið
2.lið
3.lið
Kvinnur

heystið
1.lið
2.lið
3.lið
Kvinnur

2004
1.lið
2.lið
3.lið

2003
1.lið
2.lið
3.lið

2002
1.lið
2.lið
3.lið

2001
1.lið
2.lið
3.lið

2000
Øll liðini

1999
Øll liðini

1998
Øll liðini

1997
Øll liðini

1996
Øll liðini

1995
Øll liðini

1

 

Tá ið endin er góður... (11/11)
1. lið endaði kappingarárið á einum aldukambi
.

 

Politistarnir á knøunum
Donsku pansararnir vórðu eyðmýktir, tá 1. lið vann 6-0 á útivølli.

 

Fjórði sigurin á rað
1. lið vann enn einaferð, tá Gentofte var á vitjan leygardagin.

 

1. lið trumlaði Hellas niður
Besta liðið hjá ÍF Føroyum vann ein sannførandi 5-0 sigur á Hellas leygardagin.

“One way traffic”
1. lið vann leygardagin ein ruddiligan 6-1 sigur í einum lítið avbjóðandi dysti móti ØKF.

 

Endiliga bragdaði hjá 1. liði
Eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í steðginum vendu menninir á 1. liðið dystinum og vunnu at enda 3-2 ímóti FA 2000.

 

Enn eitt tap
1. lið skuldi leygardagin royna at venda tí keðiligu gongdini, sum síðan summarstegðin bara hevur givið tvey stig av átjan møguligum.

Enn ein sigur
Seinasti dysturin hjá 1. liði áðrenn summarsteðgin var ímóti Husum Bk., sum í seinastuni hevur verið rættiliga væl koyrandi. Føroyska liðið vann 4 - 2 og Jørgin Meitilberg skjeyt hattrick.

Politiið fekk av at vita
Við einum greiðum 6-2 sigri er 1. lið viðaftur í stríðnum um uppflyting. Høgni Wahrberg (áður Hansen) tykist at hava fingið eina endurføðing undir nýggja venjaranum. Við tveimum málum gjørdist hann eisini dagsins maður annan dystin á rað.

 

Højt at flyve...
Heldur óvæntað tapti 1. lið á útivølli móti Gentofte týskvøldið. Sigursrøðin seinastu fimm dystirnar er sostatt at enda komin.

Stórsigur á Hellas
Eftir ein 5 - 1 stórsigur á Bk. Hellas úti á Engdraget, liggur besta liðið hjá ÍF Føroyar nú á einum deildum 2. plássið.

 

Sigursgongdin heldur fram
ÍF Føroyar vann týskvøldið fjórða sigurin á rað í seriu 1, men dysturin gjørdist óneyðuga spennandi.

 

Stríðssigur á Frederiksberg
Hóast spælið ofta hevur verið betri, eydnaðist ÍF Føroyum at varðveita kósina móti toppinum av seriu 1 við einum 2-1 útivallarsigri á FA 2000.

Føroysk málveitsla í Parkini
Besta liðið hjá ÍF Føroyum er ikki til at steðga í løtuni, og við einum 8-1 sigri á Viktoria blandar føroyska liðið seg nú í oddastríðið í seriu 1. Finn Mørk skeyt fýra mál.

Gongd á málskjótingina við tógvið stríð
So bragdaði loksins hjá 1. liðnum, ið eftir tógvið stríð endiliga fekk gongd á málskjótingina. Pætur Dahl gjørdist heilt stóri leikarin við fýra málum í greiða 5-2 sigrinum á Culpa.

1.lið legði rygg til ársins fyrsta tap
Besta liðið hjá ÍF Føroyum snávaði úti í Fælledparkini týskvøldið móti einum vælskipaðum HB-liði. Hetta var fyrsta tapið hjá 1. liði í landskappingini í ár.

 

Tepur men fult uppiborin sigur
Eftir tríggjar javnleikir, eydnaðist tað loksins 1. liðnum hjá ÍF Føroyum at fáa ársins fyrsta sigur til høvldar. Hetta hendi á heimavølli móti Bispebjerg, ið bleiv sent av Kløvermarkini við einum 3-2 ósigri í skjáttuni.

Ársins mál rakk bert til javnleik
Hóast Jørgin Meitilberg óivað skoraði ársins mál í dystinum móti oddaliðnum GVI, noyddist 1. lið hjá ÍF Føroyum fyri triðju ferð í ár av vøllinum við bert tí eina stiginum.
Enn ein javnleikur
Føroysku leikararnir høvdu, aftaná tann skuffandi javnleikin í seinasta dysti, set vónirnar eftir øllum trimum stigunum hesuferð. Men dysturin endaði við javnleiki 3 - 3.
Málleyst í fyrsta dystinum
Eins og í fjør endaði fyrsti dysturin hjá ÍF Føroyum í seriu 1 við javnleiki.
Sunvard Joensen bleiv við fleiri sera góðum bjargingum dagsins maður
Uppvísningsfótbóltur á Kløvermarkini
1. lið hjá IF Føroyum vann leygardagin ein knúsandi 9-0 sigur á ØKF.
Venjingarlegan í Grenå
Vikuskiftið 28.-29. februar varð 1. lið hjá ÍF Føroyum á venjingarlegu í Grená.

(Nú eru myndirnar eisini lagdar inn)

Elektron