Logir
|
Til tess at útvega føroyingum búsitandi í Danmark betri møguleika at íðka ítrótt, eru tey bæði feløgini Róðrarfelagið Aldan , stovnsett 4. apríl 1939, og ítróttarfelagið Føroyar, stovnsett 1. juni 1940, samd um at ganga saman í eitt felag undir navninum Ítróttarfelagið Føroyar.
§ 1. Navn felagsins er Ítróttarfelagið Føroyar , hvørs heimstaður er Keypmannahavn.
§ 2. Mál og mið felagsins er at útvega føroyingum, ið ynskja, møguleika at íðka ítrótt, og geva limunum møguleika at íðka tær ítróttargreinir, ið felagið sær seg ført fyri at taka sær av.
§ 3. Limir kunnu gerast allir føroyingar, eins og øll onnur, ið vísa
felagsarbeiðinum áhuga og gjalda limagjald. Allir limir skulu hava eitt eintak av lógum felagsins.
§ 4. Limagjald verður goldið serskilt fyri hvørja ítróttargrein og verður ásett á hvørjum aðalfundi. Limagjald fyri fótbólt er galdandi frá 1/1 til 31/12, meðan limagjald fyri hondbólt og flogbólt er galdandi frá 01/08 til 31/07.
Kvittanin fyri goldið limagjald er samstundis limakort fyri viðkomandi ár.
Stk. 2. Um ein limur luttekur í fleiri ítróttargreinum, skal nýtt limagjald gjaldast fyri 2. og møguligani 3. ítróttargrein, og verður hetta eisini ásett á aðalfundi.
§ 5. Felagið hevur eina aðalnevnd, ið verður vald av aðalfundinum á henda hátt:
Formaður, varaformaður (skrivari), kassameistari og 1 tiltakslimur verður valdur hvør sær. Hvør ítróttargrein skal verða umboða í aðalnevndini.
Umframt aðalfundin, skal aðalnevndin halda í minsta lagi ein nevndarfund, har umframt aðalnevndina, kunnu luttaka tvey umboð frá hvørjari ítróttargrein, ið hava atkvøðurætt á fundinum.
Stk. 2. Til hvørja ítróttargrein verða valdir tveir limir í eina nevnd:
formaður og kassameistari. Formaðurin í hesi nevnd skipar nevndina í síni
ítróttargrein og útnevnir eftir tørvi aðrar nevndarlimir.
Umboð ítróttargreinsins á aðalnevndini er føddur limur í nevndini hjá viðkomandi ítróttargrein. Eru fleiri umboð fyri somu ítróttargrein í aðalnevndini, er tað fyrst valda umboðið, sum verður útnevnt sum føddur limur. Hetta umboð hevur til ábyrgd at halda aðalnevndina ajour viðv. nevndarsamansetingini í síni
ítróttargrein.
Stk 3. Hvør ítróttargrein fær allar inntøkur, og skal gjalda allar útreiðslur, ið koma inn ella standast av teimum tiltøkum, sum viðkomandi ítróttargrein skipar fyri, eitt nú sponsoravtalur v.m.
Stk. 4. Til felagsútreiðslur letur hvør ítróttargrein 1/3, og við felags
inntøkum fær hvør ítróttargrein 1/3 í sín part.
Stk. 5. Nevndirnar í einstøku ítróttargreinunum hava ta fíggjarligu ábyrgdina av síni ítróttargrein, meðan aðalnevndin bert hevur ábyggd av felagsrakstrinum. Hvør ítróttargrein skipar sína egnu umsiting við bókhaldi, konti v.m.
Stk. 6. Aðalfundurin velir eisini tveir grannskoðarar og ásetur møguliga
samsýning fyri teirra arbeiði. Hesir skulu vera eksternir, tvs teir skulu ikki hava tilknýti til nevndararbeiði felagsins. Kortini er limaskapur í felagnum ikki til hindurs fyri hesi uppgávu. Rokniskapur verður gjørdur fyri hvørja ítróttargrein, men verður grannskoðaður og frammlagdur í felag.
Stk. 7. Tá atkvøtt verður í aðalnevndini, og tað stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
§ 6. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins, og avgerðir kunnu takast av teimum, ið eru til staðar. Aðalfundurin skal lýsast 8 dagar, áðrenn hann verður hildin.
Lógarbroytingar, sum koma fyri á aðalfundinum, kunnu viðtakast við 2/3 av atkvøðunum. Uppskot til lógarbroytingar skulu verða nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Aðalfundurin, sum verður hildin fyrsta mánadag í mars mánaða, hevur hesa skrá:
1) Val av fundarstjóra og skrivara.
2) Ársfrágreiðing formannsins.
3) Framløga av grannskoðaðum rokniskapi.
4) Ásetan av limagjaldi.
5) Val av aðalnevnd og nevndum.
6) Ymiskt.
Heiðurslimir kunnu veljast á aðalfundinum.
§ 7. Rætturin at skriva undir vegna felagið verður tilskilaður formanni og
kassameistara felagsins. Við upphæddir undir kr. 3000 hevur kassameistarin
heimild at skriva undir einsamallur. Er talan um størri upphæddir, skulu bæði
kassameistari og formaður seta sína undirskrift.
§ 8. Ogn felagsins verður við uppathaldi felagsins latin almannagagnligum endamáli.
-----------------------------------------------------
Viðmerking: Omanfyristandandi lóg var í hesum líki viðtikin á aðalfundinum 16.
mars 2006. Lógin frá 15. mars 1999, er hervið sett úr gildi.
Vegna ÍF Føroyar,
Eyðun Hentze Højgaard.
(dansk oversættelse)
|
|
|
|