Tidindi


Skrivað: Andras K. Thomassen (16/4-2010 )

2. lið framvegis uttan stig

Tað er ikki bara sum at siga tað at spæla við 2. liði (Mynd: Rólant Waag Dam)

Eftir svára tapið í síðstu viku var greiði málsetningurin, at nú skuldi ein sigur á kontuna. Dysturin var leiktur á nýggja graslíkisvøllinum á Kløvermarkini, og líkindini og umstøðurnar annars vóru av teimum bestu.
ÍF Føroyar- Jægersborg: 1-2(1-2)

Okkara menn byrjaðu væl og høvdu leikliga yvirvág tann fyrsta halva tíman. Spælið var tó ikki av tí besta og sjálvdan spurdist nakað vandamiki burturúr álopunum. Menn stríddust tó sum úlvar á skóg, og hetta gav úrslit um miðjan fyrra hálvleik, tá Jósup, sum aftur hesaferð leikti ein góðan dyst í álopinum saman við Olivur, megnaði at fanga eina heldur skeiva og spakuliga avlevering við brotsteigarmarki. Hann setti beina kós móti málinum, fintaði málverjan og setti bóltin trygt í tóma málið.

Eftir hetta ressaðist Jægersborg liðið. Teir fóru at gera um seg, og bert tíggju minuttir eftir at hava verði aftanfyri við einum, vóru teir á odda.
Fyrra málið kom eftir kontra, meðan tað seinna var ein perla av einum million dollar skotið, ið frá 25 metra fjarstøðu brast í tvørstongna og niður í svørðin, skeivu megin mállinjuna fyri okkara viðkomandi.

Okkara máttu høvuðtungir til hálvleiks og hóast ætlanir vóru lagdar fyri, hvussu sigurin skuldi hálast heim, so var onki, ið vildi ganga rætta vegin. Hóast leikliga yvirvág og hóast bólturin var á okkar fótum mest sum allan seinna hálvleik, blivu okkara aldrin veruliga vandafullir og vóru aldrin tætt við at javna.

Næsti dystur er Fríggjadagin 23. Apríl kl. 18.15, tá okkara skulu út á Frederiksberg at leika í móti FA2000.

Liðið: Sjúrður – Petur, Arni, Jákup, Ove –Helgi, Bjarni, Johan Petur, Magni – Jósup, Olivur.
Eyka: Pætur, Teitur, og Ingibjørn.

Elektron