Tidindi


Skrivađ: Rólant W. Dam (18/4-2010 )

Hattrick frá Pćtur var ikki nokk

Tróndur legđi upp til tvey mál

Tíverri munađi tađ lítiđ, at Pćtur skorađi trý mál, tí Bk Stefan skorađi tilsamans fimm mál og soleiđis tapti 3. liđ ársins fyrsta dyst.
3. liđ fekk eina řgiliga byrjan og skorađi, tá bara góđur minuttur var spćldur. Pćtur spćldi eitt-tvey viđ Regin og skorađi eitt frálíkt mál. Eitt stórt korter seinni javnar Bk Stefan, tá Sjúrđur heldur dekan ov leingi upp á bóltin.
Eftir hálvan tíma legđi Pćtur ÍF Fřroyar aftur á odda. Tróndur spćldi skjóta áleyparan leysan og so var 2-1.
Fimm minuttir fyri steđgin er aftur javnt á máltalvuni, tí verjan ikki fćr rudda burtur og tađ varđ revsađ hart.

Fimm minuttir eftir steđgin spćldi Tróndur enn einaferđ Pćtur leysan, sum skorađi hattrick og fyri triđju ferđ í dystinum er ÍF Fřroyar á odda.
Men bara tveir minuttir eftir hetta, javnađi Bk Stefan fyri triđju ferđ. Hesaferđ var tađ verjan, sum svav og tađ kostar.
So tók Bk Stefan av álvara yvir. Tá hálvur tími restađi skora teir eitt bíligt mál eftir hornaspark og fimta máliđ er ikki vert at taka upp á tungu.

Pćtur fekk eina řgiliga byrjan upp á kappingaráriđ, men tađ sama kann ikki sigast um liđiđ.

Liđiđ: Sjúrđur – Janus, Kristian, Eirik, Jóhan Hendrik – Magni Regin, Bergur – Tróndur, Jón, Pćtur.

Bonkurin: Jógvan, Búgvi, Djóni.

Elektron