Tidindi
|
| Skrivað: Torkil Ejdesgaard (19/4-2010
) |
Kvinnurnar sigraðu í ársins fyrsta dysti |
|
savnsmynd
|
|
| Í seinastu viku skuldu kvinnurnar hjá ÍF Føroyum spæla sína fyrsta dyst ímóti Skjold, men hann bleiv útsettur, av tí at Skjold ikki hevði møguleik at leggja vøll til. Tískil spældu kvinnurnar sín fyrsta leygardagin ímóti Frederiksberg Boldklub. Dysturin varð leiktur á grasi og líkindini kundu verið betur, eftir sum at nógvur vindur var. |
ÍF Føroyar – FB: 4 – 0 (3 – 0)
So skjótt sum dómarin hevði brýksla dystin í gongd, fingu tær føroysku genturnar tak á dystin. Fyrsti hálvleikar var merktur av, at tær føroysku kvinnurnar høvdu nógv tað størsta spæli, við góðum 1-2 avleveringum og góðum kontraspæli.
Eftir bert 10 minutir kom fyrsta málið frá Jacobu, eftir eitt væl plaserað hornaspark frá Maluni, og bert 5 minutir eftir, at fyrsta málið var komið í hús, skoraði Ása N. til 2-0. Nú var vindur komin í seglini og kvinnurnar vístu, at tær vóru nógv tað betra liðið. Beint áðrenn hálvleik, í 43. minutti, setti Malan bóltin trygt í netið.
Seinni hálvleikar hevði ikki so høgt tempo eins og fyrsti. Eftir at hava verið 3 mál afturúr, byrjaðu FB kvinnurnar hart. Hetta vardi tó ikki leingi, og tær føroysku kvinnurnar fingu skjótt tamarhald á dystinum. Seinni hálvleikur var merktur av nógvum føroyskum álopum og royndum uppá mál. Tað er synd at siga, at FB hevði nógv spæl, men av og á bleiv føroyski málmaðurin royndur. Hitt 4. og seinasta málið varð skotið av Kristinu. Eitt langskot uttan fyri 16 meturin, ið bleiv plantað inn í netið, beint við trýkantin. Eitt sera flott mál.
Næsti dystur hjá kvinnunum verður leiktur sunnudagin 25/04 kl. 12.00 í móti AB Tårnby á Tårnby Stadion
Liðið: Ása H.C. – Kari-Ann, Fríða, Ása C., Bára - Jacoba, Kristina, Ása N., Barbara - Malan, Herborg og Joan. |
|
|