Tidindi


Skrivað: Andras K. Thomassen (28/4-2010 )

2. lið kom á stigatalvuna

Olivur gjørdi eitt mál fyri 2. lið um vikuskiftið (savnsmynd)

Um vikuskiftið megnaði 2. liði at vinna á FA2000, og soleiðis seta fyrstu stigini inna kontuna og samstundis lyfta seg burturúr botninum. Mætir menn vóru møttir á Frederiksberg og tað skuldi skjótt vísa seg at okkara vóru betra liðið.
FA2000 - ÍF Føroyar 1-2 (0-2)

Okkara menn høvdu gott tak á dystinum og stórsti parturin av fyrra hálvleiki gekk fyri seg á FA2000 hálvuni.
Tvey mál komu í fyrra hálvleiki. Tað fyrra skeyt Olivur eftir gott uppspæl úr vinstru frá Jóhan Hendriki og Jósup, og tað seinna skeyt Jósup eftir eitt gott innlegg úr høgru frá Róa.
Spælið var nakað hart til tíðir og hetta fekk menn at ilskast inná dómaran, ið beint fyri steðgin ikki gjørdi mætari, enn at senda ein leikara á hvørjum liði út í tíggju miuttir við gulum korti, fyri at fáa menn niður á jørðina.

Seinni hálvleikur var sera javnur við lítlari yvirvág til heimaliðið. FA2000 megnaðu eisini at minka um munin við góðum langskoti, men nærri komu teir tó ikki og okkara menn kundu fagnast um Vársins fyrsta sigur.

Petur Óli gjørdist dagsins leikari við góðum innsatsi á miðjuni, meðan Jósup og Jákup deildu annað plássið. Næsti dystur er sunnumorgunin 2. mai kl. 11.15 á Kløvermarkini ímóti Vanløse IF.

Liðið: Sjúrður - Johan Hendrik, Jákup, Bjarni, Petur h - Magni, Petur Óli, Helgi, Johan Petur - Jósup. Olivur.

Eyka: Rói, Teitur og Rólant.

Elektron