Tidindi
|
| Skrivað: Eyðun Mylná (29/4-2010
) |
Tveir dystir og eitt stig til 3. lið
|
|
Málverjin Janus átti sín stóra lut í javnleikinum hjá 3. liði (Mynd: Rólant Waag Dam)
|
|
| Í fyrra dystinum var talan um tepurt tap í Brønshøj, og í seinna dystinum var talan um sera tættan og málríkan javnleik í Valby. |
Taka vit fyrra dystin fyrst, so varð hesin spældur í Brønshøj og endaði hann 2-1 til heimaliðið Bk Brønshøj. Hóast útivøll byrjaðu okkara menn væl og løgdu seg framum eftir hálvum tíma. Málið kom eftirm at Tróndur rak allan vegin sjálvur og spældi bóltin til Rólant, sum knallaði bóltin í kassan. Rólant bleiv eftir hetta liggjandi vid andaneyð, men reisti seg aftur eftir eini løtu.
Stutt eftir steðgin javnaði Brønshøj, tá teir buldraðu bóltin í málið framvið Boga, sum var prísgivin. Og góðar 20 minuttir fyri leiklok kom bólturin svevandi upp um alla verjuna og Brønshøj gjørdi sigursmálið.
Liðið: Bogi – Bergur, Eirik, Christian, Rólant – Jóhan Hendrik, Búgvi, Eyðfinn, Steinar – Tróndur, Sonny.
Eykaleikarar: Djóni, Jógvan og Jón M.
Dagsins leikarar: Tróndur 5, Eyfinn 4, Rólant 2, Johan H 2, og Bergur 1
---
Seinni dysturin var ein 3-3 javnleikur í Valby. Valby Bk var oddalið í deildini, og tað sást eisini skjótt aftur í dystinum, tí við tíggju monnum frá byrjan megnaðu teir at leggja stórt trýst á okkara lið.
Við einum manni í undirluta, megnaðu teir eisini at leggja seg á odda eftir lítlum hálvum tíma. Innskifti Olivur svaraði tó aftur fyri ÍF Føroyar stutt eftir steðgin. Men so spílaði Valby seg út og gjørdi tvey mál.
Tveir minuttir fyri leiklok var Valby framvegis á odda 3-1. Støðan hjá okkara monnum var ikki vorðin betri av, at tveir mans høvdu sæð gult kort.
Stigini tóktust vera gloppin av hondum, men so hendi tað, sum eingin roknaði við – ÍF Føroyar skoraði tvey mál hesa síðstu løtuna.
Fyrst fekk Rólant eitt brotsspark, tá hann fekk eitt lítið skump í brotsteiginum og Olivur skorar trygt. Beint aftaná sendir Petur Oluf Andrias avstað og miðverjin javnar í síðstu løtu fyri ÍF Føroyar.
Liðið: Janus – Jógvan, Eirik, Andrias, Rólant – Allan, Bergur, Búgvi, Regin – Sonny, Jón M.
Eykaleikarar: Bogi, Petur Oluf, Olivur
Dagsins leikarar: Olivur 7, Janus 6 og Andrias 1 |
|
|