Tidindi


Skrivað: Torkil Ejdesgaard (30/4-2010 )

Enn eitt frálíkt avrik frá kvinnunum

Jakoba taldist millum málskjúttarnar (savnsmynd: Andras K. Thomassen)

Eftir at dysturin ímóti AB Tårnby bleiv avlýstur í síðstu viku, av tí at Tårnby ikki megnaði at mannað lið, vóru tær føroysku kvinnurnar ógvuliga uppsettar uppá at fáa eitt gott úrslit ímóti BK Fix.
ÍF Føroyar 5 – 0 BK Fix.

Dysturin byrjaði við einum jøvnum spæli ímillum bæði liðini, men tað vardi ikki leingi fyri enn tær føroysku kvinnunar høvdu fingið tamarhaldi á dystinum. Tá spælt hevði verið í 8 minuttir skoraði Jacoba, við einum frálíkum langskoti, fyrsta málið fyri ÍF Føroyar. Tað skuldi heldur ikki meira enn 5 minuttir til, so skeyt Malan D. næsta málið. Teir fystu 20 minuttirnir av fyrra hálvleiki vóru merktir av einum frustreraðum BK Fix liði, meðan tær føroysku kvinnurnar vístu nógv betur bóltførleika og samanspæl.

Í 23. minutti kom triðja málið, eftir at tær føroysku kvinnurnar megnaði at vinna bóltin á hálvuni og reka framm í álop, har Herborg fann eitt hol í verjuni og setti bóltin trygt inn í høgrusíðu á málinum. Einki annað mál kom í fyrra hálvleiki, BK Fix genturnar fingu tvey álop har Bára stóð trygt í málinum og bjargaði øllum tí, ið BK kvinnurnar høvdu at bjóða uppá.

Í steðginum blivu tríggjar útskiftingar framdar. Rannvá kom inn fyri Herborg, Malan fyri Elsu og Anna inn fyri Ásu. Samstundis fór Fríða í mál fyri Báru. Annars byrjaði annar hálvleikur eins og fyrri, við jøvnum spæli frá báðum liðunum. Í 63. minutti var Malan D. aftur á rætta staðnum. Við einum frálíkum 1-2 samanspæli við Jacobu, setti Malan D. bóltin trygt í netið. Tað vardi ikki meira enn 6 minuttir, so fekk Malan bóltin og við einum langskoti broytti hon støðuna til heili 5–0.

Teir seinastu 20 minuttirnar fekk BK eitt sindur meira av orku og tískil blivu tær føroysku kvinnurnar eitt sindur meira pressaðar. BK hevði ein møguleika uppá mál, men Fríða stóð trygt og vardi málið væl.

Eftir øllum at døma vóru tær føroysku kvinnurnar nógv tað betra liðið og BK Fix hevði ikki nógv at bjóða uppá. Ein væl uppiborðin sigur til ÍF Føroyar kvinnurnar.

Næsti dystur verður leiktur hósdagin 6/5 kl. 18.00 ímóti Politinum á Valby IP, tribune.

Liðið: Fríða, Joan, Maria, Ása, Ingunn, Kristina, Jacoba, Elsa, Herborg og Malan D.

Eyka: Rannvá, Malan og Anna.

Elektron