Tidindi


Skrivað: Eyðun Mylná (2/5-2010 )

Enn eitt stig til 3. lið

Petur Oluf skoraði einsamalla málið hjá 3. liði í dag (savnsmynd: Rólant Waag Dam)

Sunnumorgunin eydnaðist tað 3. liði at hála eitt stig við heim av Frederiksberg. Hóast tað á pappírinum stóð, at talan skuldi vera um ein fótbóltsdyst, so var vøllurin mest av øllum álíkur eini eplaveltu.
Ja, hvør skuldi trúð, at menn ynsktu at sleppa at spæla á teimun ”góðu” banunum á kløvimarkini.

Teir fyrst 45 minuttirnir vóru sera javnir. Men tá 50 minuttir vóru spældir fingu vit eitt fríspark, sum Eyðfinn sendi í múrin. Petur Oluf var tó vakin, fangaði returin og sendi bóltin í handara málhorn.

Eftir hetta høvdu vit fleiri kjansir og skuldu økt um leiðsluna, men eitt korter fyri leiklok javnaði FB eftir hornaspark.

1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið og soleiðis fingu okkara mans eitt stig við heim.

Dagsins leikari: Eyðfinn 5, Regin 3, Helgi 3, Eirik 1, Rúni 1 og Janus 1

Liðið: Janus – Djóni, Eirik, Helgi, Høgni – Petur Oluf, Eyðfinn, Hilmar, Regin – Rúni, Búgvi.

Eykaleikarar: Bogi, Andrias.

Elektron