Tidindi


Skrivað: Andras K. Thomassen (2/5-2010 )

2. lið fekk trý stig uttan dyst

Petur Óli hevur ofta hundin við til dyst, hvør skal siga honum dámar væl at spæla hund?

Næstbesta manslið felagsins skuldi av røttum spælt móti Vanløse á Kløvermarkini í dag, men hesir høvdu ikki nóg mikið at leikarum til at manna eitt lið, og soleiðis vann 2. lið uttan at sveitta yvirhøvur.
Hesi trý stigini skulu leggjast aftrat sigrinum fríggjadagin í farnu viku í móti FA 2000, so tilsamans hevur liðið seks stig. Í pulju tvey í seriu tvey røkkur tað tað til eitt fimta pláss.

Næsti dystur verður fríggjakvøldið 7. mai kl. 18.15 á útivølli ímóti Brønshøj BK.

Elektron