Tidindi


Skrivað: Ovi Brim (3/5-2010 )

Stórsigur til 1. lið

Jóhan V. Gunnarsson gjørdist saman við Róa Jacobsen dagsins leikari í stórsigrinum (savnsmynd: Rólant Waag Dam)

Seinastu dystirnar hevur 1. Lið hjá ÍF Føroyum verið í einum sera ringum stima. Málið, ið so klárt var uppflyting í Keypmannahavnarseriuna, er mest sum minkað niður í einki. Hetta sást eisini ómetaliga væl á leikarunum, bæði undan og í dystinum í móti makedonsku FK Prespa.

FK Prespa – ÍF Føroyar 1. lið 6-2(1-1)

Menninir tóktust ikki at vera darvaðir av óneyðugum nervum og spenningi, og spældu tískil sera frígjørt.
ÍF Føroyar byrjaði dystin væl, við góðum og flótandi spæli. HB-trio’in á miðvøllinum v/ Emil, Róki og Rana stýrdi spælinum væl, og tað kom mest sum ikki fyri at makedonarnir vóru í varðveitslu av leðurkúluni.

Tá eini 20 min eru leiktir av fyrra hálvleiki, sendir Rani eina Xavi Alonso-sending inn um verjuna, har Jóhan róliga leggur útfrá til Rók, sum áraka brotsteigin plaserar bóltin til høgru fyri málmannin, og so var spælið byrjað.

Eftir málið loyva ÍF Føroyar makedonunum meir við í dystin. Og tá umleið 35 min eru leiktir, verður bólturin mistur á miðjum vølli, og sjálvt um flestu ÍF Føroyar leikararnir koma aftur um bóltin, so drønar vinstri vongur hjá FK Prespa bóltin í handara málhorn. Ein kandidatur til árisins mál í deildini. 1-1 var, eisini hálvleiksstøðan.

ÍF Føroyar byrjar eisini seinna hálvleik væl, við nógvum og góðum spæli – tó uttan teir nógvu kjansirnar. Tá einir 10 min eru leiktir av seinna hálvleiki er mál aftur. Innskifti Hanus Zidane’ast eina løtu í vinstru síðu, missir bóltin, vinnir hann aftur, Zidane’ast víðari, missir bóltin, vinnir hann aftur og leggur eina lekran bólt inn til ein spillnaknan Erling, sum í besta Jon Dahl stíli leggur bóltin í netmeskarnar til støðuna 1-2.

Hevði ÍF Føroyar havt gott tak á dystinum áðrenn, so sótu teir enn betri á dystinum nú. Spæli koyrdi væl, Prespa-leikararnir gjørdust meir og meir frustreraðir. Hendan frustratión kom til útbrots nakað eftir málið til 1-2, tá ein Prespa-leikari, púra fyrilitarleyst osar inn í ryggin á Hanusi. Gult kort – og FK Prespa ein maður minni í 10 min.

Tá einir 65 min vóru leiktir er bólturin nakað uttanfyri brotsteign. Um tað er Rókur ella Frank, sum roynir seg móti málinum minnist eg ikki, men málmaðurin megnar bara at parera bóltin. Maðurin, ið fylgir upp á tann leysa bóltin, sum hevði verið uppi á 20 metra hædd og vent, var eingin minni enn Kaj á Stongum. Við sínum lítlu beinum, sum tó hava nógv av flogbólts-avsetti í sær, møtir Kaj bóltinum á 2 metra hædd, og setir knúllin undir bóltin. 1-3, og gott lag á monnum, nú tann føroyski vinstrabeinti Gary Neville hevði skorað eitt mál. Fólk í vóru til staðar í Ryparken henda góðveðursdag øtaðust hesa springkraft, og verður Kaj nú róptur “Mågen” úti á Ryparken.

Ein avgerandi hending í dystinum varð, tá Erling í 75. min verður spældur leysur. Málverjin kemur drønandi út ímóti honum, og fellir Erling. Dómarin er ikki í iva – reytt kort til málverjan. Sum rættiliga vanligt er í Seriu 1, so svimja liðini ikki í málverjum, og tískil verður ein úti-leikari settur á aftasta skansa. “Málverjin” sum nú var aftasti skansi, stóð ofta langt úti á vøllinum, og hetta hevði Rókur lagt til merkis. Nakað uttan fyri brotsteigin lyftir Rókberto Baggio bóltin hegnisliga upp um málmannin. 1-4, og dysturin avgjørdur.
Eftir hetta gjørdist dysturin nakað javnur í spæli aftur. Keturnar hingu ikki saman meir, og tað varð fyri tað mesta spæl í báðum endunum. ÍF Føroyar hevði nógvar kjansir hesa løtuna, men brendi eisini teir flestu. Leysasøgur ganga, ið siga at Rani hevur fingið sær Shevchenko sum millumnavn. Fólk kunnu sjálvi gita um hví so man vera.

Trý mál komu afturat í dystinum. Frank skoraði eitt inderside-mál til 1-5, Prespa fekk eitt kosmetiskt mál til 2-5, og Hanus lukkaði veitsluna, sera passandi, tá hann skoraði til endaligu støðuna 2-6. Hetta má eisini sigast at vera eitt rættvíst úrslit.

Dagsins menn gjørdust Jóhan “Superman” Gunnarsson, sum leikti sera væl á høgra vongi og vinstra bakki, og innskifti Rói “Alves” Jacobsen, sum verulga gjørdi um seg í høgru síðu, serliga á høgra bakki.

Liðið: Heini Kristiansen – Janus Sørensen, Ovi Brim, Jákup Olsen, Kaj á Stongum – Jóhan V. Gunnarsson, Emil Nolsøe Leivsson, Rani D. Christiansen, Rókur av Fløtum Jespersen, Erling Fles – Rasmus Nolsøe.

Eykaleikarar: Rói Jacobsen, Hanus Eliasen, Frank Joensen

Elektron