Tidindi


Skrivað: Torkil Ejdesgaard (7/5-2010 )

Kvinnurnar spældu javnt

tilvildarlig savnsmynd

4. dystur hjá kvinnunum bleiv spældur á Valby Idrætspark ímóti Politiet í gjár. Bæði liðini lógu jøvn við 9 stigum og tískil vóru tey ógvuliga motiverað til at fáa øll trý stigini við heim.
Politiet – ÍF Føroyar 0-0 (0-0)

Føroysku kvinnurnar byrjaðu dystin eftir, at dómarin hevði brýgsla dystin í gongd. Vónirnar vóru høgar eftir seinasta sigur ímóti BK Fix, men tað bleiv ikki ein lættur dystur hjá kvinnunum. Vindurin var nógvur og vøllurin ikki av teimum bestu. Hetta var tó ikki orsøkin til úrslitið, men gjørdi tað tó harðari at spæla.

Politiet byrjaði við undanvindi og megnaðu tær at útnytta hetta, við at hava nógv av spælinum á tí føroysku hálvini. Bæði liðini kempaðu hart, men tað er synd at siga, at fyrri hálvleikur var merktur av góðum tekniskum spæli. Bæði liðini royndu sítt, men hvørgin megnaði at skora. Nøkur fá álop vóru í fyrra hálvleiki frá báðum liðunum, men einki, ið trýsti málmennirnar.

Annar hálvleikur varð tó meira spennandi. Vindurin var hin sami og kvinnurnar fingu tískil brúkt hetta til sín fyrimun. Eins og fyrri hálvleikur var spælið javnt býtt ímillum liðini, men tó skal sigast, at meira av spælinum fór nú framm mitt á miðjuni. Politiet royndi við sínum sterku leikarum at koma framm á føroyska málið, men við einari ógvuliga sterkari verju, har Joan, Fríða, Maria og Bára stóðu, megnaðu tær niðurberja álopi.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu tær føroysku kvinnurnar meira vind í seglini. Spælið sá út til at koyra væl við góðum bandaspæli. Eftir at Politiet høvdu havt eitt álop, megnaðu ÍF Føroyar at koma í kontra álop. Tó at einki stóðst burturúr, bleiv málmaðurin eitt sindur royndur. Bæði Ránnvá, Malan og Jacoba høvdu góðar royndir. Orsøkin til álopið var tann, at miðjan við Kristinu, Jacobu, Herborg og Ingunn, vístu skjótt síðuskift og fangaðu politikvinnurnar á skeiva fótinum.

Dysturin ímóti Politiet á Valby Idrætspark endaði 0 – 0, men tó megnaðu tær at gera hann spennandi. Ringt at siga hvør hevði uppborðið ein sigur, av tí at liðini vóru ógvuliga jøvn.

Næsti dystur verður spældur á heimavølli á Kløvermarken 15/5 kl. 15:00 ímóti BK Pioneren.

Liðið: Ása, Bára, Maria, Joan, Fríða, Kristina, Jacoba, Herborg, Ingunn, Rannvá og Malan.

Elektron