Tidindi


Skrivað: Andras K. Thomassen (9/5-2010 )

2. liði tapti tepurt

Eyðfinn var kosin dagsins leikari hjá 2. liði um vikuskiftið

2. lið leikti fyri fyrstu ferð í ár á grasið og hóast vøllurin var ein av teimum betru, so megnaðu okkara ikki at drassa stig heimvið hesaferð.
Brønshøj BK - ÍF Føroyar: 1-0(1-0)

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst og vóru tað ávíkavist nummar fimm og seks í deildini, ið tørnaðu saman. Dysturin var, sum vænta, sera spennandi og javnur allan dystin á tamb. Okkara mans byrjaðu betri og Jósup og Pætur høvdu tveir fínar møguleikar teir fyrstu minuttirnar.

Tá tíggju minuttir vóru leiktir fingu okkara ein spann av vatn í høvdi, tá Petur Óli legði ein ov spakuligan bólt aftur til Sjúrð í málinum. Ein Brønshøj áleypara kom í millum driblaði elegant aftur og fram í brotsteignum og setti bóltin trygt í netið. Restin av dystinum var aftur og fram, okkara trýstu og Brønshøj kontraðu. Nærmast einum máli kom Teitur, tá hann stútaði eitt innlegg á tvørstongina.
Onki mál kom tó afturat og okkara menn hava nú 6 stig fyri 5 dystir og liggja á einum 7. plássið.

Eyðfinn bleiv dagsins leikari meðan Arni tók annað plássi og Petur Óli fekk triðja.

Næsti dystur verður á Kløvermarkini sunnudagin 16. maj kl. 11.15.

Liðið í dag: Sjúrður - Kaj, Arni, Jákup, Petur H - Magni, Petur Óli, Eyðfinn, Helgi - Jósup, Pætur.

Eyka: Teitur, Ove og Petur Oluf.

Elektron