Tidindi
|
| Skrivað: - (12/5-2010
) |
Super comeback og Fróðinho |
|
Dagsins hetja stóð fyri dagsins málið og gjørdist dagsins leikari - Fróðinho kalla tey hann (Mynd: Búgvi Øster)
|
|
| 20 minuttir spældir afturúr við trimum málum. Tað sá heilt galið út hjá 3. liði inn til Fróðinho varð settur á vøllin, og vendi einum ræðandi tapi til fantastiskan sigur |
ÍF Føroyar – BK Frem 4-3 (2-3)
Oddaliðið Frem vitjaði Kløvermarkina í gjárkvøldið. Teir høvdu vunnið tríggjar av fýra dystum, og høvdu einans latið trý mál ígjøgnum. Hinvegin var venjarin Eyðun Mylná rættiliga bjartskygdur. Við so góðum monnum sum Niels Joensen, Rógva Arge, Jóhan Petur Holm og fleiri øðrum, helt hann, at 3. lið okkara átti at kunna standa seg í móti dreingjunum úr Valby.
Eitt korter inn í dystin stórbjargar Janus í Hentze Stórustovu, eftir at ein mótstøðumaður breyt í gjøgnum og royndi seg. Tíverri var meistarabjargingin til akkurát onga nyttu, tí verjan svav, tá bólturin sprakk út í spælið aftur, samstundis sum teir í Frem eru vaknir, fanga bóltin og skora.
Tríggjar minuttir seinni er aftur galið. Verjan er framvegis ikki vakna og so økti Frem um leiðsluna.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so gingu bara tríggir minuttir aftrat, tá Christian tapti eina kapprenning við skjótasta mannin á vøllinum, sum í einum kontraálopi drønar avstað og skorar til 0-3.
Upp á seks minuttir hevði Frem gjørt trý mál. Á pappírinum var føroyska liðið annars sterkt, men okkurt mátti gerast. Mylná handlaði skjótt og setti supersub’in Fróðinho á vøllin, tá 22 minuttir vóru spældir.
Minuttin eftir hevði hann prógvað, at tað var tað einasta rætta at gera hjá venjaranum. Eftir at hava fingið ein bólt úr høgru, snýtir hann alla verjuna og málverjan við, tá hann sendir eitt lúnskt skot inn við nærmaru stong.
Sjey minuttir seinni traðkar ein annar profilur í karakter. Niels Joensen, sum hevur ferðast kring knøttin seinastu mánaðirnar, pressaði málverjan so mikið nógv, at hesin skeyt bóltin beint í krovið á Nielsi, sum hálvavegna taklaði bóltin í netið.
Eftir steðgin gekk næstan eitt korter, áðrenn nakað hendi. Tað helt Fróðinhon vera nakað nógv, so hann gjørdi ikki mætari enn at taka sakina í egnar hendur og buldrar bóltin í kassan umvegis tvørtræið – hetta var gjørt úr 28 metra fjarstøðu skal leggjast aftrat!
Ein javnleikur var tó ikki nóg mikið. ÍF Føroyar hevði fleiri kjansir og í 65. minutti koma teir framum fyri fyrstu ferð í dystinum. Fróðinho driblar seg ígjøgnum í borðinum, spælir Rógva Arge púra leysan, sum sjálvandi skorar trygt.
Fáar minuttir seinni var aftur ein øgiliga málageipan á vøllinum. Í eini roynd at vinna ÍF Føroyum eitt málspark, smekkar Helgi bóltin í ein liggjandi Frem-leikara (grundin til, at hann lá var, at Helgi var nakað væl sterkari og hevði skumpað hann um koll í einum nærdysti). Hetta fær øði í Frem-leikaran, sum ikki ger mætari enn at sparka Rólant niður, sum var komin í millum. Útvísing til Frem-leikaran og so var lætt spæl tað, ið eftir var av dystinum.
Fleiri kjansir komu eisini aftrat. Bergur hevði eitt nú ein fínan møguleika, umframt at Sylvi eisini sendi bóltin beint upp um.
Samanumtikið ein fult uppiborin og søtur sigur til 3. lið. Ein dystur, sum millum annað bjóðaði eitt fantastiskt mál frá Fróða, eitt øgiligt comeback frá ÍF Føroyum og eitt reytt kort – alt, sum ein góður dystur á Kløvermarkini skal hava.
Uppstilling:
Janus – Sylvi, Helgi, Christian, Rólant – Allan, Niels, Jóhan Petur, Regin – Rógvi, Jón.
Eykaleikarar: Fróði, Hilmar og Bergur
Dagsins leikarar: Fróði 8 , Niels 4, Jóhan Petur 1, Rólant 1 og Helgi 1 |
|
|
|
|