Tidindi
|
| Skrivað: Janus Sørensen (22/5-2010
) |
Pætur leiddi 1. lið til sigur |
|
Dagsins leikari síðsta vikuskifti
|
|
| Dysturin seinasta leygardag var spældur á Hekla Park, ið er ein partur av Amager Fælled, og har vóru líkindini av tí allar besta til ein rættan ÍF Føroyar dyst. |
Hekla vs ÍF Føroyar 3 – 4 (0 – 4)
Ein frálíkur vøllur við deiliga vátum grasi, ið kanska átti sín lut í teimum mongu glíðandi taklingunum, sum vóru at síggja hendan dagin.
Frá fyrsta bríksli fleyt spælið væl hjá okkum, og við fleiri góðum síðuskiftum og innleggum, var fyrri hálvleikur ein tann besti, ið vit hava havt í longri tíð, og endaði hann eisini 4 – 0. Her skal nevnast, at Pætur Dahl átti trý av teimum fýra málunum, eitt flott hattrick í einum flottum fyrra hálvleiki. Pætur gjørdist eisini dagsins leikari.
Tá seinni hálvleikur var settur í gongd, sást beinanvegin at geisturin ikki var tann sami sum í fyrra hálvleiki. Hetta komst av, at dysturin meira ella minni var avgjørdur, og Hekla høvdu, við liðnum, ið teir spældu við í henda dagin, ongan møguleika at vinna seg inn aftur í dystin.
Sigast kann, at Heklamenn kempaðu væl, men vóru ikki eins væl fyri viðvíkjandi teknikki, sum okkara menn, hóast teir dugdu væl at ”sparka”.
Samanumtikið var tað ein góður fyrri hálvleikur, ið var nóg mikið til, at vit vunnu dystin 3 – 7. |
|
|