Tidindi


Skrivað: Andras K. Thomassen (22/5-2010 )

2. lið á rætt kjøl

Magni gjørdist dagsins leikari hjá 2. liði

Tað var ikki hissini sigur ið 2. lið fekk hála í hús síðsta vikuskifti. Tríggjar ferðir aftanfyri, men tá avtornaði við trimum stigum í skjáttuni.
ÍF Føroyar-FB: 4-3(1-2)

Dysturin byrjaði væl, okkara trýstu høgt uppi og hetta tóktist nerva FB leikarnar. Tó komu okkara afturum longu í 5 minutti. Eitt skjótt kontraálop og eitt høgg, ið brast í tvørstongina og innum málstrikuna og okkara vóru aftanfyri eftir bert 5 minuttir.

Um miðjan hálvleik komu okkara uppá javnt tá Jósup skumpaði ein avlevering frá Jóhan Hendrikki innum úr 1 metur fjarstøðu. Javnt gekk á og alt bendið at hálvleiksstøðan fór at vera 1-1. Men sum dómarin skuldi til at floyta kom eitt innlegg úr høgru, ið ein FB framherji setti høvdi undir og snópisligt, sum tað var so vóru enn einaferð aftanfyri.

Menn fóru tó út til annan hálvleik við góðum treysti og minni enn ein minutt seinni hevði Magni javnað við einum innleggi í smeyð sær í málið við hjálp frá einum FB ryggi.
FB slóg tó til aftur rættiliga skjótt við einum langskoti og so skuldu okkara aftur at ganga mótbrekku. Hendan bleiv enn tyngri tá Jákup fekk gult kort fyri heldur klossut fríspark.
Men sum føroyingar flest so helmaðu okkara ikki í. Petur Oluf javnaði fimm minuttir fyri leiklok, eftir at hava sneitt málverjan av og prikað bóltin í tóma málið.
Sigursmálið stóð Magni fyri tá hann tveir minuttir fyri leiklok breyt ígjøgnum úr vinstru og útplaseraði málverjan.
FB hevði nógvar góðar kjansir eftir hetta og Sjúrður hevði úr at gera í málinum. Tað einu ferðina var Jákup honum ein góður hjálparmaður og saman við hinum níggju hálvsvaku føroyingunum á vøllinum, fingu teir strítt seg til sigurs fyri aðru ferð í ár.

Magni bleiv dagsins leikar meðan Sjúrður og Jákup deildu annað plássið.

Sjúrður - Petur H, Jákup, Bjarni, Jóhan Hendrik - Johan Petur, Petur Óli, Eyðfinn, Magni - Jósup, Olivur.

Eyka: Pætur, Helgi og Petur Oluf.

Elektron