Tidindi


Skrivað: Torkil Ejdesgaard (24/5-2010 )

ÍF Føroyar og CBS spældu javnt

tilvildarlig savnsmynd

Leygardagin møttu kvinnurnar hjá ÍF Føroyum CBS, og hetta vísti seg at blíva ein sera spennandi dystur.
ÍF Føroyar 2 – 2 CBS (2-0)

Fyrsti hálvleikur var merktur av, at bæði liðini ógvuliga gjarna vildu sleppa heim við trimum stigum. Tað vísti seg tó skjótt, at tær føroysku kvinnurnar høvdu tað betra spælið.

Tær føroysku kvinnurnar vóru í álopi ein stóran part af fyrra hálvleiki, og hetta vísti seg at geva úrslit. Eftir bert fimm minuttum kundi Jacoba enn einaferð vísa sín avbera góða skotførleika og setti bóltin mitt í netið.
Tann næsti hálvi tímin vísti seg at koyra í høgum tempo, tó vóru CBS kvinnurnar einki serliga farligar og høvdu onga ordiliga roynd uppá málið.

Í 38. minutti komu tær føroysku kvinnurnar í álop. Eftir at bólturin bleiv spældur út á vongin til Ásu H., bleiv bólturin spældur inn í álopi, har Joan og Malan broytt støðuna til 2-0 við frálíkum samanspæli. Hetta varð eisini úrslitið, tá fari var í hálvleikssteðg.

Seinni hálvleikur líktist ógvuliga nógv tí fyrra. Kvinnurnar spældu væl saman, men tíverri megnaðu tær ikki at skora fleiri mál. Tó hevði CBS eydnuna við sær. Eftir at hava fingið ein fríspark um miðjan hálvuna, megnaði ein verjuleikari at seta bóltin í neti til 2-1.
Umleið tíggju minuttir fyri leiklok, fekk CBS eitt horna, ið tær brúktu til fulnar. Við einum innleggi í 16-meturin, og eitt sindur av trunkaspæli, megnaði ein CBS leikari at seta høvdi á bóltin og fáa hann inn í netið.

Í teimum seinastu tíggju minuttunum, bleiv tempoið økt, eftir sum at bæðið liðini vildu sleppa heim við øllum stigunum. Tó eydnaðist hetta ikki og tískil endaði dysturin 2-2.

Eftir øllum at døma var hetta ein sera spennandi og hendigaríkur dystur, og tað skal tó sigast at ÍF Føroyar var klárt hitt betra liðið, og næstu ferð hesi bæðið liðini hittast, fara kvinnurnar at taka øll stigini heim við.

Næsti dystur verður spældur ímóti BK. Skjold í Fælledparken týsdagin 25/5 kl. 19.30.

Liðið: Maria, Ingunn, Ása H, Jacoba, Joan, Bára, Herborg, Kristina, Rannvá, Fríða, Malan.

Eyka: Elsa, Ása C.

Elektron