Tidindi
|
| Skrivað: Andras K. Thomassen (24/5-2010
) |
2.liði fekk annan sigurin á rað |
|
Jóhan Petur var partur av stórsigrinum um vikuskiftið (savnsmynd: Búgvi Øster)
|
|
| Tey trý stigini vóru aldrin í vanda, eftir at Magni legði okkara garpar á odda longu í fyrsta minutti. Sigurin kom trygt í hús og 2. liði hevur nú stabiliserað seg í Seriu 2 við níggju stigum fyri seks dystir. |
ÍF Føroyar-KFB 5-0(2-0)
Tað var av fagrasta veðri og bert 50 sekund inn í dystin var lagið eisini av tí fagrasta. Eyðfinn fekk bóltin úr høgra borði, sendi hann skrátt innum verjuna við góðari avlevering, sum Magni, ið hevði snýtt offside felluna, streyk avstað við og einsamallur við málverjanum var hann tryggur sum eitt bumbuskýli. Magni skoraði eisini annað málið og hevði umframt tað eisini eitt skot á samankomingina í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var einvegis ferðsla, og okkara hugnaðu sær á vøllinum við góðum spæli og nógvum kjansum.
Trý mál komu í seinna hálvleiki. Tað fyrsta kom eftir fríspark, sum Jóan Hendrik legði inn fyri, har Jákup var fyrstur á bóltinum og beindi hann trygt í kassan.
Tað næsta í seinna hálvleiki og fjórða í dystinum, sum eisini bleiv kosið til dagsins detalju, var fríspark úr 20 metra fjarstøðu. Pætur bleiv feldur og Petur Óli var skjótur at bjóða seg fram. Lukkutíð hevði hann bundi lissurnar væl og bólturin sang í netinum. Helgi tillutaði Petur Óla "Una", fyri hetta dundurskot.
Síðsta málið gjørdi Jósup eftir at Ove og Magni høvdu kombinerað seg niðan gjøgnum vøllin.
Alt í alt ein av lættaru sigrinum, men eins søtur tó. Magni gjørdist dagsins leikari og Petur Óli og Jákup deildu annað plássið. 2. lið spælur aftur hósdagin 27. mai kl. 19.30 á útivølli móti BK. Fix.
Liðið: Heini - Petur H, Jákup, Bjarni, Jóhan Hendrik - Jóhan Petur, Petur Óli, Eyðfinn, Magni - Jósup, Pætur.
Eyka: Helgi, Petur Oluf og Ove. |
|
|