Tidindi
|
| Skrivað: Andras K. Thomassen (24/5-2010
) |
ÍF Føroyar grillparty |
|
Ein partur av fólkinum, ið grillaðu á terassuni á Oyrasundskolleginum (Mynd: Andras K. Thomassen)
|
|
| Leygarkvøldið var karmur um stórt ÍF Føroyar hugnakvøld, har umleið 70 ÍF Føroyar limir hittust at grilla og hugna sær í óføra summarveðrinum. |
Árliga summar tiltaki stóð hesuferð á Oyrasundskolleginum og byrjaði leygardagin kl. 17.30, beint eftir dystin hjá 1. liðnum. Kvøldið byrjaði við einum betri bita og síðani var farið til felagssang og Champions League finalu á stórskýggja. Tiltakið endaði kl. 02.30 leygarnáttina, tá tey troyttu fóru í song og tey lívligu fóru oman á Skarv, har Jens Marni undirhelt til tann ljósa morgun.
Fleiri myndir eru at finna á Facebook-bólkinum fyri tiltakinum. |
|
|