Tidindi


Skrivað: Torkil Ejdesgaard (29/5-2010 )

Fyrsta tapið í hesari hálvuni hjá kvinnunum

tilvildarlig savnsmynd

Týsdagin 25/5 spældu kvinnurnar í Fælledparken ímóti BK Skjold. Hetta skuldi vísa seg at vera ein sera torførður og harður dystur
BK Skjold 4 – 1 ÍF Føroyar (3 – 0)

Eftir tveir javnleikir á rað, vildu kvinnurnar ógvuliga gjarna koma heim við sigrinum ímóti BK Skjold. Kvinnurnar hava spælt ímóti Skjold fyrr og vistu, at hetta vóru nakrar harðar og sterkar kvinnur at spæla ímóti. Hesin dysturin var einki undantak.
Skjold kvinnurnar byrjaðu dystin hart, men tað var ikki stórur munur á liðunum. Føroysku kvinnurnar og Skjold høvdu næstan líka nógv spæl, tó kundu tveir profilar hjá Skjold gera munin. Við longum avleveringum inn í føroysku hálvuna, megnaðu Skjold at skapa álop, ið tær síðani skoraðu uppá. Við einum langskoti direkta í málið, og tvey mál eftir samanspæl í føroyska brotsteiginum, fór Skjold inn í hálvleikssteðg sum vinnandi liði.

2. hálvleikur vísti seg at vera nógv javnarari. Tó enn eina ferð vísti tað seg, at Skjold kvinnurnar ikki vóru bangnar fyri at fara í harðar dystir. Á føroysku hálvini rendi Maria seg í ein Skjold leikara og fekk sær eitt blátt eyga, meðan fleiri arðar kvinnur fingu albogar í síðuna og ryggin.

Mitt í 2. hálvleiki megnaðu tær føroysku kvinnunar at koma í álop, har tær eisini skoraðu mál. Við einum kontraálopi fóru Joan, Rannvá og Ingunn í álop og við eitt sindur av trunkaspæli í brotsteiginum, megnaði Ingunn at skora til 3-1. Tó stutt fyri leiklok fingu Skjold eitt seinasta mál, ið broytti støðuna til 4–1, ið eisini bleiv endaliga úrslitið av dystinum.

Hetta var ein sera spennandi og hendingaríkur dystur. Sigast skal at hetta Skjold liðið var tað besta kvinnurnar hava møtt í hesari kappingarhálvini og spennandi verður at møta teimum á heimavølli.

Næsti dystur verður ímóti BK Pioneren 27/5 kl. 18.30 á Kløvermarken.

Liðið: Malan, Herborg, Fríða, Kristina, Àsa H, Rannvá, Bára, Jacoba, Ingunn, Joan og Maria.

Elektron