Tidindi


Skrivað: Torkil Ejdesgaard (29/5-2010 )

Stórsigur og dramatikkur hjá kvinnunum

tilvildarlig mynd

Eftir tapið ímóti BK Skjold, vóru tær føroysku kvinnur ógvuliga uppsettar uppá at bøta um støðuna á stigatalvuni og hetta varð avgjørt tað, ið eisini hendi hósdagin.
ÍF Føroyar 5 – 0 BK Pioneren (0 – 0)

Eftir tapið ímóti Skjold fóru kvinnurnar á vøllin fyri at vinna. So skjótt, sum dómarin brígslaði dystin í gongd, løgdu bæði liðini hart út. At byrja við var ringt at síggja mun á, hvat liðið var hitt betra. Bæði kempaðu hart og royndu at skapa møguleikar burturúr teimum álopunum, tær fingu.

Fyrsti hálvleikur var tó merktur av hørðum spæli frá Pioneren kvinnunum, ið eisini megnaðu at hava takið á dystinum í einar 5–10 minuttir. Við nøkrum málroyndum, fingu tær føroyska málmannin heitan og nervarnir hjá teimum føroysku kvinnunum upp at koyra.
Við hornaspørkum og fríspørkum sendu tær bóltin inn í føroyska brotsteigin, men tó høvdu tær ikki eydnuna við sær. Eftir nakrar lítlar skelkir frá Pioneren, fingu ÍF Føroyar tamarhald á dystinum og spælið betri at koyra. Hetta merkti at størsti parturin av fyrra hálvleiki fór framm á mótsættu hálvu, og Pioneren var undir stórum føroyskum trýsti. Sjálvt um spælið koyrdi væl hjá teimum føroysku kvinnunum, var trupult at skora mál. Fyrri hálvleikur endaði tískil málleysur. Tó broyttist alt í 2. hálvleiki.

2. hálvleikur vísti seg at vera heilt annaðleiðis enn fyrri. Føroysku kvinnurnar høvdu nú sett sær fyri, at mál skuldu skjótast og so varð eisini. Tó var hetta ikki tað einasta. Bæði liðini kempaðu gott og hart, men tað harða spælið vísti seg skapa broytingar í dystinum. Eftir at Herborg fekk eina harða viðferð frá einum Pioneren leikara, sendi hon nevan eftir henni, uttan at nakað hendi, og hetta dámdi dómaranum einki. Báðar tvær fingu eitt gult kort og fingu sostatt 10 minuttir uttan fyri vøllin.
Nú vóru bert 10 leikarar á vøllinum og við einum skjótum álopi frá Ásu H, fingu kvinnurnar sett hol á, tá Rannvá skoraði til 1–0 við einum frálíkum skallara. Skjótt spann øðið í Pioneren og Kristina bleiv feld inni í brotssparkøkinum, har dómarin dømdi brotsspark beinan vegin. Kristina sett eisini bóltin trygt í netið og økti til 2–0.
Stutt eftir økingina var klárt, at Pioneren kvinnurnar vóru irriteraðar og gjørdu nógvar feilir. Eitt nú rópti ein Pioneren leikari ókvæmisorð eftir dómaranum og fekk tískil 10 minuttir uttan fyri.
Hetta gjørdi kvinnurnar sær so dælt av og Susanne megnaði at skora til 3–0, við einum álopi í vinstru síðu.

Ása H, ið spældi ein frammúrskarandi dyst og kempaði hart, byrjaði eitt skjótálop í høgri síðu, har hon uttan nakað hóvasták, dribblaði seg ígjøgnum verjuna og setti bóltin trygt í neti og síðani broytti støðuna til 4–0. Hetta vakti kempara andan í Pioneren kvinnunum, ið tískil fóru í snarálop. Tær megnaðu at fáa eitt fríspark inni á føroysku hálvuni, uttan at Ása C hoyrdi brýgsli. Av óvart sparkaði hon bóltin vekk, men fekk tó eitt gult kort og var biðin um at fara út í 10 minuttir.
Hetta frísparki var tó ófarligt og kvinnurnar fóru aftur í álop. Hesa ferð byrjaði álopið varliga á føroysku hálvini, har bólturin enn eina ferð var sendur til Ásu H, ið fór ígjøgnum verjuna uttan trupuleikar og setti bóltin í netið beint við handaru stong. 5–0 var eisini endaliga úrslitið av dystinum, men dramatikkurin var ikki av.

Eftir at dómarin hevði brígslað dystin av, fingu vit vitjan av mótstøðuliðinum, ið skeldaðu ógvuliga illa. Tvær vóru vinarliga bidnar um at slappa av og fara til hús, men tann eina bleiv somikið ill, at hon leyp fyrst eftir ÍF Føroyar venjaranum og síðani dómaranum. Pioneren venjarin mátti tískil leggja kvinnuna niður, fyri at fáa hana róliga. Alt í alt, ógvuliga óneyðugur dramatikkur og ósportsligheit, ið hvørki hoyrir heima á ella uttan fyri vøllin.

Niðurstøðan er so, at ÍF Føroyar kvinnurnar vunnu ein uppibornan sigur á 5–0. Dysturin var sera hendingaríku við nógvum málum og dramatikki, ið skuldi helst verið spardur burtur.

Dagsins leikari bleiv heilt avgjørt Ása H.

Næsti dystur verður leygardagin 29/5 kl. 15.00 ímóti FC Damsø í Vanløse Idrætspark.

Liðið: Elsa, Ása C., Herborg, Fríða, Bára, Kristina, Ása H., Jacoba, Rannvá, Joan, Hanne.

Eyka: Kari-Ann og Susanne.

Elektron