Tidindi
|
| Skrivað: Rólant W. Dam (6/6-2010
) |
Gjørdu sítt fyri at bjarga sær |
|
Soleiðis sær venjarin Eyðun út, tá hann hevur vunnið ein dyst (Savnsmynd: Búgvi Øster)
|
|
| Eitt frálíkt liðavrik gav trý mál og trý stig í góðum fótbóltslíkindum á Valby Idrætspark, har leikararnir á 3. liði gjørdu sítt til, at liðið ikki skal flyta niður í Seriu 4 |
Hálvur tími var farin, tá hol kom á. Miðverjin Helgi dregur fram mitt fyri eftir vøllinum, frá egnari hálvu og heilt fram til brotsteigin hjá Fremad Valby, spælir Carl leysan, sum skorar trygt. Leiðslan við tí eina málinum var eisini hálvleiksstøðan, men tað skulu leikararnir í Fremad Valby takka dómaranum fyri.
Hesin var bæði gamal og tjúkkur. So spyr kritiski lesarin kanska, um tað er relevant, og til tað er svarið: Ja, tað er tað so absolutt! Hevði tað ikki verið fyri tað, so hevði hann kanska flutt seg úr miðvallarcirklinum einaferð í gjøgnum teir 90 minuttirnar, ein fótbóltsdystir tekur at avgreiða.
Men tað gjørdi dómarin ikki. Hann var standandi har hann byrjaði, tá hann bríkslaði dystin í gongd og valdi eina sera stramma linju, har hann bríkslaði fyri rangstøðu hvørja einastu ferð ein bóltur var lagdur inn um verjuna. Hvørja ferð! Eisini tá menn byrjaðu at renna á egnari hálvu, ella vóru fýra metrar aftanfyri verjuna, tá avleveringin fall. Alt var rangstøða!
Tá ein góður tími var spældur av dystinum, hevði miðverjin Petur Niclasen talt 27 ferðir, har dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu.
Stutt undan hesum hevði Carl aftur verið framvið. Hesaferð var tað Steinar, sum spældi kvika áleyparan leysan og skoraði trygt umvegis stongina. Stutt eftir hetta er so Steinar, sum økir um leiðsluna til 0-3, tá hann stútaði eitt hornaspark frá Eiriki í netið.
Sostatt var sigurin í hús og heldur ongantíð í vanda, hóast Fremad Valby minkaði um munin fimm minuttir fyri tíð. Hetta gjørdu teir, tá ein verjuleikari í eini roynd at rudda burtur, sendi bóltin í beini á einum áleypara, soleiðis at bólturin skifti kós og fór aftur eftir í staðin fyri fram, upp um málverjan og í kassan.
Málið kom eftir, at ÍF Føroyar hevði havt ein risa møguleika, tá Rólant hevði runnið úr einum enda í hin, sett fleiri mans av sær, men av onkrari undrunarverdari orsøk valdi at skjóta (ja, skjóta er kanska at taka munnin ov fullan) beint fyri føturnar á málverjanum, sum var ein útileikari, tí tann ordiligi málverjin nakað frammanundan var settur út á vøllin at spæla.
Ein onnur minst líka áhugaverd hending var í fyrra hálvleiki, tá nakrir leikarar hjá Fremad Valby vóru um at fara til hendurs. Tað byrjaði við kjaftasliti og tað, sum danir rópa verbale lussinger, men áðrenn nakar visti av, hevði tann eini leikarin hjá Fremad Valby givið hinum ein lúsing, ella eitt sokallað bitch slap.
Føroyingarnir skiltu ikki serliga nógv av tí, ið hendi hesa løtuna og kundu tískil bara skriða sær í nakkanum og knýta lissurnar.
Týskvøldið skulu lissurnar av álvara knýtast væl, tí tá spælir 3. lið móti oddaliðnum í deildini. Dysturin verður á Kløvermarkini klokkan 19.00.
3. lið hevur tveir dystir eftir at leika og vantar eitt stig, fyri at halda sær í deildini.
Liðið:
Janus – Høgni L, Helgi, Petur, Rólant – Allan, Steinar, Eirik, Carl – Terji, Bergur.
Eykaleikarar: Djóni og Hilmar.
Dagsins leikarar: Carl 4, Steinar 4, Rólant 2, Petur 2, Allan 1 og Bergur 1. |
|
|
|
|