Tidindi


Skrivað: Andras K. Thomassen (6/6-2010 )

Fortuna favoriseraði føroyingarnar framum Fix

Sjúrður skyldar ein kassa av øl, tí hann var so forbankað góður (Savnsmynd: Rólant Waag Dam)

Tað var við ein vælshakkaður cocktail av stríðsvilja, góðum málmansspæli og hepni, ið gjørdi at 2. lið hjá ÍF Føroyum við einum sigri móti Bk. Fix farna vikuskiftið meldaði seg inn í oddastríðið.
Bk. Fix - ÍF Føroyar:0-1(0-0)

Veðrið var av tí fagrasta og hóast nøkur avboð, so var tað eitt væl mannað lið, ið stóð til reiðar, tá dómarin floytaði dystin í gongd. Bk Fix legði út sum eitt óløgið og eftir fyrstu tíggju minuttirnar, høvdu okkara vart fyri tíggju hornaspørkum, bjargað á strikuni og mest sum ikki verið á hini hálvuni.
Jákup og Ingibjørn stýrdu verjuni væl og Sjúrður var klárur, tá boð vóru eftir honum. Okkara hildu eisini høvdið kalt, dúvaðu uppá mótálop og Petur Oluf og Olivur vóru báðir vandamiklir, tá teir fingu bóltar í dýbdina. Helgi og Petur Óli stríddust væl á miðvøllinum, saman við Petur Sjúrðarberg og Magna, sum báðir høvdu úr at gera við bæði at leypa á og verja.

Onki mál kom í fyrra hálvleiki og okkara vóru við gott mót, tá farið var inn til seinna hálvleik. Seinni hálvleikur var líkur fyrra, javnur, men við lítlari yvirvág til Fix. Okkara menn komu fram til nakrar kjansir tíðliga í hálvleikinum, men so við og við tók Fix yvir, og tá Magni fekk gult kort um miðjan seinna hálvleik, var ikki nógv annað at gera enn at verja.
Hornaspørkini øktust í talið og Sjúrður í málinum fekk eisini sína søk fyri, við nógvum góðum bjargingum.
Dagsins detalju stóð Helgi fyri tá hann valdi at taka tann altíð lufttrygga Jákup av ræði. Ein høgur bóltur kom úr høgru og Jákup gjørdi klárt til at avsett við kendu orðunum "HAVI!!!". Helgi kendi seg tó noyddan at taka ábyrgd og svaraði heldur speiskliga og meðan hann hekk í luftini "Nei, tað hevur tú ikki" og skallaði so bóltin fyri føturnar á einum blankafríum Fixleikara.
Hvat hendi og ikki, so fekk Sjúrður á ein ella annan hátt vart so fyri, at bólturin støkk út til hornaspark. Petur Óli valdi við hesum at handa maskottin "Una" til Helga í varðveistlu til næsta dyst.

Men um eydan smílti á okkara menn í fyrrnevndu støðu, so var enn betri fimm minuttir áðrenn tíð. Jóhan Hendrik vann takling í vinstru síðu, ið endaði hjá Magna. Magni vann eisini eina takling, ið endaði hjá Olivur og síðstnevndi setti beina kós ímóti brotsteignum. Komin innum lat Olivur skotið ganga, bólturin smeyg sær í millum beinini á málverjanum, tó hann misti so nógv av ferðini at ein Fix leikari náddi hann. Men tann altíð hartarbeiðandi Petur Oluf fekk onkursvegna knógvað bóltin frá verjuleikaranum, og sum ketta burturúr høvdatrog stóð Teitur, sum við rygginum móti málinum onkurvegna fekk hælin á bóltin, sum for trillandi ímóti málinum og smeyg sær innum við hjálp av handaru stong. Sindur heppið, men uttan stríðsvilja og trúgv uppá egnar kreftir, var onki mál komið.

Síðstu minuttirnir vóru tungir og menn hildu ondini tá Ove valdi at takla inni í brotsteignum, men lukkutíð var hann neyvur sum altíð og onki brotspark stóðst burturúr. Hetta var triðji sigurin á rað og okkara menn eru nú bert 1 stig frá uppflyting til Seriu 1.
Sjúrður bleiv dagsins leikari so tað rungar eftirí, við 10 stemmum og skyldar tískil eina rammu av øl til næsta dyst. Jákup fekk annað plássið og Helgi triðja.

Liðið: Sjúrður - Ove, Jákup, Ingibjørn, Jóhan Hendrik - Magni, Petur Óli, Helgi, Petur S - Olivur, Petur Oluf.

Eyka: Teitur og Sylvi.

Elektron