Tidindi
|
| Skrivað: Torkil Ejdesgaard (7/6-2010
) |
Hattrick og málveitsla á Kløvermarken |
|
Nýggi ferðir fór ein bóltur sum hesin í kassan hjá kvinnunum um vikuskiftið
|
|
| Leygardagin møttu kvinnurnar hjá ÍF Føroyum Tårnby FF í einari sannari málveitslu. Í síðstu viku høvdu kvinnurnar úr at gera, av tí at tær spældu fýra dystir uppá eina viku og við 9 – 1 tapinum ímóti FC Damsø, var eitt undirmannað ÍF Føroyar lið motiverað til at vinna dystin. Hetta bleiv eisini so. |
ÍF Føroyar 6 – 3 Tårnby FF (2 – 1)
Dómarin hevði ikki meira enn bríkslað dystin í gongd, so fingu kvinnurnar sítt fyrsta mál. Við góðum bandaspæli og einari flottari sending í høgru síðu til Ásu H, fekk hon sett bóltin trygt í neti til 1–0.
Á sama hátt megnaði Ása enn eina ferð í 10. minutti at skora til 2–0. Eftir hetta kom eitt sindur meira ró á dystin og næsta málið kom ikki fyri enn næstan 20 minuttir seinni. Við einum sera flott spældum álopi og einum langskoti, megnaði Tårnby at minka um munin til 2–1. Restin av fyrra hálvleiki var merktur av ógvuliga blandaðum spæli í millum liðini, og torført var at síggja hvat lið var tað betra. Hetta broyttist tó í 2. hálvleiki.
Eftir ein lítlan steðg og eitt sindur av práti um spælið, komu kvinnurnar út á vøllin við einum nýggjum stríðsanda. Hetta skuldi eisini vísa seg til verða avgerandi fyri dystin. Etir 12 minuttum og flottum spæli uppi á Tårnby hálvini, setti Malan bóltin trygt í neti, við einum av sínum flottu avsluttarum og økti til 3–1.
ÍF Føroyar høvdu nú tamarhald á dystinum, men málveitslan var ikki liðug enn. Eftir eitt hornaspark frá Tårnby og eitt sindur av ruðuleika, var Maria so óheppin at skallað bóltin í egið mál og harvið minkað um munin til 3–2.
Bert 3 minuttir seinni skoraði Jacoba til 4–2. Eftir eitt snarálop inni á Tårnby hálvini, fekk Jacoba ein langa avlevering, ið hon legði perfekt til høgra fót og fluktaði bóltin beint í netið. Avgjørt eitt tað flottasta málið í hesari kappingarhálvuni.
Bert 5 minuttir seinni megnaði Tårnby aftur at seta bóltin í føroyska málið og harvið broyta støðuna til 4–3. Hetta vóru tær føroysku kvinnurnar ikki nøgdar við, og kempaðu so alt tær kundu fyri at broyta støðuna til 5–3.
Enn eina ferð fingu kvinnurnar bóltin niður á jørðina og spældu seg væl framm á Tårnby hálvina, har Ása stóð klár og gjørdi støðuna til 5–3, og megnaði samstundis at gera eitt hattrick. Seinasta málið fekk Malan heiðurin av at skjóta og sendi bóltin framvið málmanninu í 90. minutti. Endaúrslitið bleiv sostatt 6–3 til ÍF Føroyar.
Alt í alt ein sera hendingaríkur, spennandi og málríkur dystur á Kløvermarken. Einki minnið ein ein málveitsla við heili 9 málum. Liðini vóru nøkulunda jøvn at byrja við, men eftir hálvleikssteðg vístu kvinnurnar rættan liðanda og høvdu størri yvirskot enn Tårnby FF.
Nú bert ein dystur er eftir hjá kvinnunum at leika, liggja tær á 3. plássi. Vinnað tær næsta dystin er møguleiki fyri at enda hesa kappingarhálvuna á einum 3. plássi.
Næsti dystur verður spældu á útivølli á Kløvermarken mikudagin 9/6 kl. 19.15 ímóti FC Nyhavn.
Liðið: Maria, Ella, Hanne, Bára, Joan, Ása H, Kristina, Jacoba, Ingunn, Malan og Herborg. |
|
|