Tidindi
|
| Skrivað: Torkil Ejdesgaard (11/6-2010
) |
Seinasti dystur og góður sigur. |
|
savnsmynd
|
|
| Mikudagin 9/6 spældu kvinnurnar hjá ÍF Føroyum sín seinasta dyst í hesari kappingarhálvini. Hetta gjørdu tær sum útilið ímóti FC Nyhavn á Kløvermarken. Á einum vátum og hálum græsvølli, megnaðu kvinnurnar at vinna seinasta dystin. |
FC Nyhavn 0 – 3 ÍF Føroyar (0 – 0)
Vøllurin var hálur og luftin fugtig. Umstøðurnar at spæla fótbólt vóru ikki optimalar, men tær føroysku kvinnurnar gjørdu sítt allar besta fyri at vinna dystin. Dysturin byrjaði í lágum tempo og bæði liðini royndu at skapa møguleikar, tó uttan at hava eydnuna við sær. Av og á sá tað út sum, at tær føroysku kvinnurnar høvdu múrsteinar um øklarnar, men allíkavæl megnaðu tær at skapa snarálop. Hesi álopini blivu tó steðga av einum dómara, ið sá rangstøðu í heilum. Hetta gjørdi tað ógvuliga tórført at koma í gongd, av tí at snarálop er heilt avgjørt sterka síðan hjá kvinnunum.
Torført var at siga hvat liðið var hitt betra. Í gjøgnum allan fyrra hálvleik vóru liðini nøkulunda jøvn so trupult var at meta um, hvør hevði munin. Álop vóru á báðum hálvum, tó ófarlig.
Eftir ein lítlan steðg, fóru tær føroysku kvinnurnar inn á vøllin fyri at vinna, og við hesum andanum megnaðu tær eisini at venda ein tungan dyst til teirra fyrimun. Við at lata bóltin gera tað tunga arbeiði, spældu kvinnurnar væl ímillum og gjørdu tað tær duga best, nemliga skapa snarálop.
Við góðum verju spæli frá vinstru, sendi verjan bóltin út í høgra borð, har Ása H fekk bóltin og spældi Maluna fría, ið setti bóltin trygt í netið og gjørdi støðuna til 0–1.
Nú kvinnurnar komu framum, fingu tær yvirskot til at spæla fótbólt. Hetta vísti seg til at loysa seg og enn eina ferð, og eftir gott bandaspæl, fekk Joan spælt Ásu H fría, ið rann frá verjuni og skeyt næsta málið fyri Føroyar.
Við at brúka somu uppskrift, ið næsta málið bleiv skorað uppá, komu kvinnurnar í álop. Ása H fekk bóltin í høgru síðu og sendi bóltin inn í brotsteigin. Áleyparin fekk tó ikki bóltin, men megnaði verja hjá FC Nyhavn at missa tamarhaldi á bóltinum so hann endaði í málinum. Sjálvmál ella ei, nú vóru tær føroysku kvinnurnar framman fyri 0–3, og hetta var eisini endaúrslitið.
Eftir øllum var tempoði í fyrra hálvleiki nakað lágt og einki ordiligt kom burturúr, men eftir hálvleikssteðg megnaðu tær føroysku kvinnurnar at venda spælinum til teirra egna fyrimun og vinna dystin 0–3.
Liðið: Bára, Joan, Herborg, Ingunn, Kristina, Maria, Malan, Ása N., Ása C., Ása N. og Jacoba.
Eyka: Elsa, Rannvá og Ella. |
|
|