Týskvøldið 3. Apríl vóru ÍF Føroyar á vitjan á Østerbro, har oddaliðið HB tók ímóti – og lat tað vera sagt beinanvegin: Um nakar dystur symboliserar kappingarárið hjá ÍF Føroyum inntil víðari, so er tað hesin!

Eitt vælmannað ÍF Føroyar lið borðreiddi bæði við framúr fótbóltsspæli og serliga framúrskarandi stríðsvilja og hóast hetta á pappírinum var toppur ímóti botni, so fingu HB ikki eitt bein til jørðina uppá nakað tíðspunkt. Frá fyrsta bríksli áttu føroyingar dystin, og undir vanligum umstøðum burdi talan verið um ein tryggan føroyskan sigur, men tíverri spæla ÍF Føroyar alt ov sjáldsamt undir vanligum umstøðum…

ÍF Føroyar løgdu út við at trýsta høgt og agressivt, og hetta gav úrslit. Heimaliðið var ikki í nánd av at hótta føroyska málið, samstundis sum okkara menn innanfyri fyrstu 20 min. høvdu fleiri vandamiklar møguleikar, m.a. hevði Jens Michael eitt gott skot á tað innasta av innarastongini og løtu seinni høvdu Rógvi P. og Álvur hvør sín góða málmøguleika innanfyri fá sekund.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdist Jens Michael eisini leysur við málmanninum eftir verjuvillu, og sami verjuleikari valdi so at bremsa Jens Michael á ólógligan hátt og harvið klokkureint reytt kort til aftasta mannin. Eftir hetta bleiv føroyska trýstið sjálvsagt bert enn størri, og tað var um reppið fleiri ferðir, men hvørja ferð manglaði tíverri akkurát tað síðsta.

Marginalarnir hava ofta verið ímóti okkara monnum, men sjáldan í so stóran mun sum í hesum dystinum. Burturúr ongum fáa HB eitt álop, ið endar við at ein leikari hjá teimum dettur um síni egnu bein inni í okkara brotsteigi, og hóast einhvør, sum var í nánd av vøllinum dugdi at síggja hetta, so var dómarin ikki í iva: Brotsspark og 1-0 til HB. Tað skal leggjast avtrat at leikarin á sera ódámligan hátt spældi tjúkt uppá tað og hetta var hvørki fyrstu ella síðstu fer man sá hetta frá einum sum heild ófatiliga grenjutum og ódámligum heimaliði.

Ein rættvís hálvleiksstøða hevði nokk verið ein føroysk 3-0 leiðsla, aftaná 7-0 stórar málmøguleikar, men rættvísi hevur sjálvdan nakað við fótbólt at gera, so hálvleiksstøðan var sostatt 1-0 til HB.

Trýstið helt áfram í seinna hálvleiki, men tíverri hevði dómarin ein stóran leiklut ígjøgnum allan dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki hevur ein føroysk misskiljing í verjuni við sær, at ein ófarlig støða bleiv til eina hálvfarliga støðu í brotsteiginum, men tá ið man helt at vandin var av, bríkslaði dómarin – enn einaferð var tað ein HB leikari, sum gjørdi mest burturúr ongum og hóast okkara verjuleikari gjørdu alt fyri onki at gera, so var aftur brotsspark til heimaliðið og ein útvísing til okkara leikara, sum vit meta, sambært nýggju reglunum, átti at verið eitt gult kort. 2-0 til HB, og 10 ímóti 10.

ÍF Føroyar hildu tó áfram at sita á dystinum og spældu seg fram til fleiri vandamiklar støður, men sum so ofta hetta kappingarárið, so manglaði tíverri tann síðsti neyvleikin frammanfyri málinum, har snøgt sagt allir fingu roynt seg. Eftir einum ótali av møguleikum bragdaði endiliga, og málið var eisini sera sigandi fyri okkara neyvleika hendan dystin: Símun kemur í góða skotstøðu inni í teirra brotsteigi, men rakar ikki bóltin heilt gott – lukkutíð rakar bólturin av tilvild Teitur, sum mestsum av óvart stýrir bóltin í netið framvið málmanninum til 2-1.

Tíverri fáa HB skorað til 3-1 alt ov stutt aftaná. Aftaná kontraálop fáa teir eitt innkast, sum verður tikið skjótt eftir teirra vinstu síðu og harfrá kemur eitt millimeturneyvt innlegg til teirra aftasta mann, sum ótarnaður kann leggja bóltin í netið aftanfyri ein sakleysan Rana. Hetta var faktiskt fyrsti veruligi málmøguleikin av samanlagt tveimum, sum HB tilspældu sær í dystinum.

Hetta málið punkteraði sindur føroysku gongdina, og tað var torført ikki at vera óendaliga frustreraður. Restina av dystinum var tað tó framvegis ÍF Føroyar, sum átti spælið og málmøguleikarnar, men tað gjørdist longri og longri ímillum tað heilt vandamikla.

Fyrst í yvirtíðini eydnast tað at skora aftur, og tað er ómetaliga synd, at eitt so vakurt eitt mál ikki bleiv eitt sigursmál: Eitt innlegg frá høgru síðu fer framvið allar og endar sostatt hjá Ragnar P. á vinstra bakkinum. Teir flestu væntaðu eitt innlegg frá hansara vinstra beini, men ístaðinfyri trekkir hann inn í vøllin, og við tí veikara beininum knúsir hann bóltin upp í nærmasta horn uttan nakran møguleika hjá málmanninum at gera nakað! Eitt sera vakurt mál, men tíverri eisini tað síðsta í dystinum, sum sostatt endaði 3-2 til HB.

Um man skal taka samanum dystin, so er ógjørligt at koma uttanum mannin við floytuni. Ótrúliga keðiligt at hesin persónurin skal skilja seg burturúr mongdini. Tað er ofta troyttandi at hoyra fótbóltslið geva dómaranum skyldina, men summar tíðir má man eisini kalla ein spaka fyri ein spaka!

Tó skal leggjast afturat, at um vit høvdu megnað at gagnnýt bert helvtina av okkara málmøguleikum í dystinum, so hevði talan verið um ein tryggan sigur – óansæð dómaran, og tískil kunnu vit ikki tveitta alla ábyrgdina frá okkum. Man kann diskutera, hví okkara menn so ofta eru so óhepnir, men vónandi fer hetta at javna seg út sum skjótast.

Tað er sjálvandi vert at leggja dent á, og eisini ótrúliga gleðiligt at síggja, hvussu væl okkara menn stríddust og spældu, og totalt áttu dystin á útivølli ímóti fremsta liðnum í deildini, og ongin ivi er um, at sjálvt ein javnleikur hevði verið ónøgdandi og óuppiborin. Hetta framúrskarandi avrikið burdi tí boðað frá góðum til komandi uppgávurnar, har tað vónandi er nógv gott í væntu.

Vit hyggja sum altíð frameftir til næsta dyst, sum er leygardagin kl. 15.15 á heimavølli ímóti KB.

 

HB – ÍF Føroyar: 1-0 (3-2)

1-0:

2-0:

2-1: Teitur Justinussen (Símun Johannesen)

3-1:

3-2: Ragnar Poulsen

Dagsins Leikari: Rógvi Joensen

 

Uppstilling:

Rani

Jóhan J  – John H. – Torstein – Beinir

Tummas  – Rógvi J

Álvur – Rógvi P – Jens Michael

Teitur

Bonkur: Ragnar, Joseph, Símun

 

Køv ikki eldhugan!

Viðmerkingar

viðmerkingar