1. lið: So koyrir tað!

Eftir fyrsta dystin í móti BK FIX, sum tíverri endaði við javnleiki 1-1, vóru menn sinnaðir at kempa fyri einum betri úrsliti ímóti Sundby BK.

Dysturin var nakað rótutur, og tað mesta av spælinum var um miðvøllin. Menn stríddust tó manniliga fyri at koma fram til neyðugu kjansirnar. Í hinum endanum syrgdi verjan fyri, at Sundby áleypararnir bert komu til nøkur fá innlegg og onkra skotroynd uttanfyri brotsteigin.

Nakað av hópinum var broyttur frá undanfarna dysti, og kundu vit við gleði bjóða Jákupi Olsen, Rasmusi Nolsøe, Jóhan Ellingsgaard og Rana D. Christiansen vælafturkomnum í bardagan. Rasmus skuldi ikki brúka nógva tíð uppá at vísa umheiminum, at hann hevur eitt dødbringende våben í sínum vinstra beini. 1-0 leiðslan kom nevniliga, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Rasmus sendi bóltin beinleiðis í málið frá hornaflagginum. Henda støðan helt sær til hálvleiks.

Í steðginum varð avtalað, at flyta lið okkara longur aftur á vøllin, hetta fyri at spara orku. Hetta hevði við sær at nógvar takklingar, skump, fríspørk og lítið samanhangandi fótbóltsspæl var at síggja í seinna hálvleiki. Tá umleið 90 minuttir vóru spældir, staðfesti Svenn ein arbeiðssigur við dundurskoti úr góðum 20 metrum. Eitt flott og forloysandi mál.

Dagsins menn gjørdust Rani og Ovi, við seks atkvøðum hvør. Rókur, Svenn og Rasmus deildust um tríggjar atkvøður.

Liðið: Mathias – Bárður, Jákup, Rasmus, Elling – Rói, Rani, Svenn, Emil – Rókur, Brian.

Á bonkinum: Rasmus, Jóhan Petur, Asfinnur

 

Mynd: Rani vildi ikki uppá mynd, men tað vildi Ovi fegin (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)

/(Ovi Brim)

1. lið: Byrjaðu við javnleiki

Leygardagin 17. august spældi 1.lið kappingarársins fyrsta dyst. Leikt varð heima á Kløvermarkini móti BK Fix. Líkindini vóru heilt góð og menn fóru hugagóðir inn á vøllin.

Emil, ið stýrdi nú tá CHJ (enn einaferð) var og ferðaðist, helt at vit skuldu byrja uttan høgt press og kanna okkum mótstøðuna. Men tað sást skjótt at BK Fix hevði á leið sama hugburð. Verjan hjá okkum slapp at hava bóltin so leingi hon vildi, og teir pressaðu ikki ordiligt fyrr enn vit komu inn á teirra helvt við bóltinum.

Vit royndu og komu til fleiri kjansir, millum annað hevði Rókur eitt snøgt skot, ið málmaðurin, í fullari longd, akkurát fekk sneitt út til horna.

Mál fingu vit beint áðrenn hálvleik. Flott samba-spæl endaði við, at Hanus setti uttarusíðu á kúluna og elegant streyk hon upp í handara málhorn. Pent og væl uppiborið.

Aftaná hálvleik var planin at forseta í sama stíli, men tað gekk ikki eftir vild. Um tað var vantandi orka hjá okkara monnum, ella BK Fix venjarin hevði havt hárturkaran frammi, skal undirritaði ikki siga. Men vit høvdu trupult við at hava fleiri samanhangandi avleveringar, BK Fix hevði nógv meira spæl og vit lótu teir koma for lætt til okkara 16-metur.

Tað endaði eisini galið einar fimm minuttir áðrenn leiklok. Teir spæla seg framm í høgru síðu og fáa sent bóltin inn í trunkan ,har hann eftir nakað av klumpspæli endar í netinum. Heilt ófortjent var tað kanska ikki, men sigast skal at tað var nærum líka tætt at blíva 2-0 sum 1-1. Óheldigt fyri okkum bleiv tað til tað seinna.

Teir 11 ið byrjaðu vóru: Mathias – Jóhan Hendrik, Ovi B, Bárður D, Rani DC – Hanus E, Emil, Rókur, Svenn, Rói – Brian.

Á beinkinum: Ásfinnn, Djóni og Bartal.

Mynd: Dagsins leikari var málverjin Mathias (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)

/(Mathias Sameulsen)

Kvinnurnar taptu tepurt fyri HB

Lagt var upp til ein sera spennandi dyst ímillum besta kvinnuliðið hjá HB og okkara kvinnur í ÍF Føroyar í Gundali 27 juli. Tað var Giza sum saman við OKKARA stóð á odda fyri hesum frálíka átakinum.
Teir fystu 15 minuttirnir av dystinum vóru javnir. Onkur smákjansur var til okkara kvinnur, men tó uttan, at hetta gjørdist vandamikið frammanfyri HB málið.

Sum tíðin leið kom meiri ferð á spælið. Tað vóru okkara kvinnur, sum høvdu tað betra spælið, og royndi Heidi á Lakjuni seg við góðum skotii úti frá, men bólturin vildi tó ikki inn.

Í 33. minutti høvdu vit ein risa møguleika, har Heidi tók eitt gott trekk og knallaði til bóltin, sum fór beint við handari stong. Eitt fínt álop sum kundi enda við einum máli til okkara kvinnur.

Beint áðrenn hálvleik fáa vit eitt fríspark, sum Sigrid tekur. Hon sendur ein sera góðan bólt inn í brotssteigin hjá HB, har Svava er fyrst, og langar bóltin í málið til støðuna 1-0 til ÍF Føroyar, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Sigast kann at spælið ferðast mest í vinstru síðu í fyrra hálvleiki, men flutti seg meira yvir í høgru síðu í seinna hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru tað HB kvinnurnar sum vóru tær meira vandamiklu, og tað vóru bert spældir tíggju minuttir, tá ið Milja R Simonsen gjørdist púra frí frammanfyri ÍF Føryar málinum og hegnisliga javnaði til støðuna 1-1.

Í 63. minutti fingu vit eitt fríspark í góðari støðu, men Jacoba var akkurat ov stutt, og fór bólturin beint omanfyri HB málið.

Í 75. minutti legði HB seg á odda 2-1. HB leikarin fintaði seg ígjøgnum í okkara høgru síðu, og í góðari støðu knallaði hon bóltin í málið.
Tað var sum um, at 2-1 málið hjá HB tók mótið frá okkara kvinnum, og HB yvirtók fullkomiliga spælið. Longu fimm minuttir seinni var aftur galið, tá ein HB leikari fekk eina langa sending fram í okkara brotsteig, og einsamøll ímóti Bjartu sum kom út at verja fyri, lobbaði hon bóltin í málið til 3-1 til HB.

Nú vóru bert 10 min eftir av dystinum og orkan hjá okkara leikarum gekk undan, og var tað HB, sum sat á dystinum til dómarin bríkslaði dystin av.

Dysturin endaði tískilt við einum 3-1 til sigri til HB kvinnurnar.

Dysturin kundi verið farin báðar vegir, men av tí at vit ikki skoraðu uppá okkara kjansir í fyrra hálvleiki meðan HB gjørdi tað í seinna hálvleiki, endaði støðan tíðanverri til teirra fyrimun.

Vit takka fyri góðan blíðskap, og eitt væl fyriskipa átak frá OKKARA og Giza. Vónandi fáa vit høvi at vera við aftur í næsta ár.

Liðið í dag: Heidi, Helena, Svava, Jacoba, Fríða, Malan, Bjarta (B36 leikari), Monica, Barbara og Maria.
Eyka sótu: Rannvá, Kirstin og Eir.

/(Lív Egilsdóttir Olsen)

Keypmannahavn vs. Århus í einum føroyskum hami

Í samband við Ólavssøkuna í ár hevði FF Giza saman við OKKARA skipað fyri einum fótbóltsfestivali. Endamálið við festivalinum var, at ymisk fótbóltsfeløg skuldu sleppa at dystast, samstundis sum ein útikonsert varð hildin í vanligum festival stíli. Líka sum nøvn sum Jens Marni, var ÍF Føroyar eisini bjóða við til hendan fótbóltsfestival. Ætlanin var, at nú skuldi slagið um Danmørkina standa ímillum tey bæði føroyingafeløgini: ÍF Føroyar og FF Klettar.

Tað var ilt at meta um, hvørja styrki tað nýstovnaða felagið frá Århus fór at koma við, men heilt greitt var tað, at okkara menn ætlaðu ikki, at tað skuldi verða nakar ivi um, hvat besta føroyingaliðið í Danmark er.

Tað bleiv lagt hart út frá byrjan, har tað heilt klárt var liðið úr Keypmannahavn, sum setti seg á dystin. Tó okkara høvdu nógv spæl, so tyktist tað at verða trupult at fáa bóltin í mótstøðumálið. Eftir nakrar brendar málmøguleikar, mátti ein flúgvandi Brian vísa, at ÍF Føroyar kunnu eisini verða vandamiklir eftir hornaspark. Eftir eitt væl sparkað hornaspark frá Pæturi, er Brian hægstur og stútar bóltin í mál til 1-0 til ÍF Føroyar.

Nú var endiliga hol komi á eftir eitt støðugt trýst frá okkara monnum. Sjálvt um vit blivu við at halda eitt støðugt trýst á FF Klettar málið, so komu ikki fleiri mál áðrenn hálvleik.

Eins og byrjanin á dystinum, løgdu okkara menn hart frá byrjan í seinna hálvleiki. Vit skulu tó væl inn í seinna hálvleik, áðrenn vit aftur megna at fáa bóltin í FF Klettar málið. Í hesum føri tekur Ólavur sakina í egnar hendir. Eftir flott kombinatiónspæl kemur Ólavur at standa rættiliga fríur í FF Klettar brotssteiginum, og úr spískum velur hann at langa bóltin uppundir nettakið uttan møguleika hjá málmanninum. Tað sást, at Ólavur visti, hvar málini í Gundadali standa!

Nú sá tað trupult út hjá FF Klettum. Støðan gjørdist einki frægari av, at ein vælleikandi Uni velur at borðreiða við einum hattricki, sum veruliga tók beinini undan FF Klettar leikarunum. Tað er serliga ein flottur ”flying-header”, sum vísti tær góðu álopsdygdirnar, ið eru at finna í okkara vinstrabakki. Eftir at FF Klettar fær skorað eitt mál, endar Christian Høgni málballið við einum flottum lobbara til endaliga støðuna 6-1.

Eftir dystin kunnu vit bara staðfesta, at sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur á framm, og ikki síðan 21. juli 2011 hava okkara menn smakka ósigur á føroyskari jørð. Tá mátti okkara menn lúta fyri einum B36 liði, sum seinni bleiv føroyameistarar.

Sjálvt um vit ikki hava smakka ósigur í Føroyum í gott trý ár, so hava vit smakkað OKKARA øl, og aftur í ár vilja vit takka OKKARA fyri latnan stuðul!

Somuleiðis vilja vit takka FF Klettar fyri dystin og ynskja teimum góða eydnu til komandi kappingarár!

Liðið hjá ÍF Føroyum var soleiðis mannað til dystin:  Mathias, Pætur, Rani, Ovi, Uni, Emil, Ólavur, Svenn, Brian, Jógvan, Steffan, Christian Høgni, Ásfinnur og Bergur.

Assistant Coach: Bergur M. og Jóhan G.
Mynd: Ósarin við steypinum (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)

/(Emil Nolsøe Leifsson)

Leikarin á bonkinum: Rólant Waag Dam

Altíð róligi Norskálamaðurin, Rólant Waag Dam, klaskar rumpuna at bonkinum hesuferð og hóast hann ikki hevur nakað lokal-patriotiskt/geografiskt beef við grannabygdirnar, leggur hann dent á, at tað er frá nettup Norðskála, at hann stavar. Róligant, sum fólk eisini kenna hann, er tó ikki róligari enn so, at hann fæst við mangt og hvat. Í løtuni er Rólant innihavari av tittlinum næstformaður í felagnum, samstundis, sum hann lesur samskifti og sálarfrøði úti í Roskilde, av og á starvast fyri ymsu føroysku miðlarnar og ikki minst heldur flaggdagsrøður ella bara lokkar fólk við í ‘Rent fup’ til ymsu ÍF Føroyar veitslurnar. Rólant er 27 ára gamal, í parlagið við Duritu av Norðasta Horn og flutti hann til Danmarkar á heysti 2007. Hann hevur verði partur av felagnum líka síðan og eigur sín part í at felagið er blomstrað tey seinastu árini. Á vøllinum er hann knáur sum fáur og við tí eyðkenda lookinum, kryller eller ej, er hann altíð til reiðar at møta til dyst sunnumorgnar um tað skal verða. Vit takka Rólant fyri prátið og ynskja honum góða summarferiu og gleða okkum longu til heysthálvuna.

Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum: Sterkur, ágrýtin og onkur vildi kanska eisini sagt harligur. Men hatta síðsta passar sjálvandi ikki.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt? Nei, tað er synd at siga. Havi ikki stundir til at sova ein triðing av døgninum burtur. Tað er lívið ov stutt til.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Pest ella kolera? Skal eg velja, so verður tað hægri limagjald, tí mær dámar illa, at onnur skulu líða undir, at eg spæli fótbólt.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví? Ógjørlig uppgáva at svara upp á, tá eg elski alt frá Byrta og Magnus á Stongum til Leonard Cohen og Purity Ring – og alt tað, sum er í millum har eisini. Men øll áttu at hoyrt Úlv við Høgadalsá sungið um Kristin Háberg, ið Hans Andrias Djurhuus yrkti um og sum er at hoyra á fløguni Sjómansrímur. Løgini hjá Regini Dahl eru ein dýrgripur – og røddin hjá Úlvi verður ikki tikin.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?  Teir eru vaskaðir einar tríggjar ferðir seinastu átta árini, men teir hava fast parkeringspláss á fronsku altanini í íbúðini á Christianshavn, tá teir ikki verða brúktir. Hetta millum hvørja venjing, hvønn dyst og allar vetrarmánaðirnar eisini.

Besti leikari tú hevur leikt við?   Tað fantastiska við ÍF Føroyum er, at tú sleppur at spæla saman við so nógvum ymsum leikarum. Rókur av Fløtum Jespersen og Bárður Danielsen á 1. liði eru einastandandi á hvør sín hátt, so tað eru ymsir mátar, at vera góður uppá. Besti leikarin, eg havi spælt saman við, er tó Marni Djurhuus. Hann er ikki skjótur, ikki ovurhonds stórur, ikki serliga sterkur og skjýtur ikki hart. Kortini verður hann ikki runnin av, ikki skumpaður um koll ella yvirspældur. Hetta tí, at hann er ein klókur fótbóltsspælari. Tann klókasti, eg havi spælt saman við – og tískil tann besti. Hann tekur hvørja einastu uppgávu í størsta álvara, er óimponeraður, tekur altíð røttu avgerðirnar, er ein sannur leiðari og liðspælari um ein háls.

Besta ÍF Føroyar ball?   Eg fekk bara um endan av seinasta Summershakedown, men fólk hava latið einastandandi væl at tí veitsluni. Hattin av fyri fyriskiparunum. Men ein jólafrokostur í veitslusalinum í Bikuben kollegiet í 2010 stendur nokk fremst í minninum, tá altíð hjálpsami og fryntligi Andras – uttan at vita av tí – leveraði undirhald fyri allar pengarnar. Tá alt varð avdúkað, mælti dámligi maðurin tiltiknu orðini: “Eg hevði ikki blivið kløkkari, um Tyson stóð inni í salinum og langaði mær ein frammaná”.

Hvat er ein góður kossur?   Ein erligur og inniligur ein av slagnum.

Besta minnið av Kløvermarkini?   Kløvermarkin er í stóran mun eitt gott minni í sær sjálvum. ÍF Føroyar er eitt ómetaliga umráðandi felag fyri føroyingar í Keypmannahavn. ÍF Føroyar er samanhald og samleiki. At eitt bygdafrell sum eg, komi at spæla við monnum sum Vagnur Mohr Mortensen, Heina í Skorini, Tórður Thomsen, Palla Augustinussen, Hanus Eliasen, Ova Brim, Róa Jacobsen, Rasmus Nolsøe, Bergur Midjord, Christian Høgna Jacobsen, Øssur Dalbúð og so framvegis, er fantastiskt. Teir, ið altíð hava verið tínir mótstøðumenn og sum tú hevur sæð upp til, eru brádliga liðfelagar. Kløvermarkin er karmurin um hetta.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?  Her er sama skipan galdandi, sum tá vit atkvøða um dagsins leikara – tað er ikki loyvt at atkvøða fyri sær sjálvum. Tískil fer mín atkvøða til Rana Debes Christiansen, hvørs reyv hevur perfekta blandið av vøddum og rúmd, sum Rambo so væl lýsti tað. Trúgvi Reinert Kjeld er eisini eitt gott boð, men hon er í minna lagi tó.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?   Eg veit hvussu fólk stríðast fyri, at umstøðurnar eru best møguligar, og at tær støðugt verða bøttar. ÍF Føroyar hongur bara saman av sjálvbodnum arbeiði, so øll, ið taka eitt tak fyri felagið, eru við at lyfta tað. Er okkurt, sum kundi verið betri, lat okkum so gera tað betri.

Hvat er tað besta skoritriksi? Tað valdast hvør skal hava ráðini – og hvør er í radaranum hjá viðkomandi. Eitt ráð, sum altíð er galdandi: massar av yvirskegg, so gongur tað nokk. Eitt annað, næstan líka umráðandi, ráð er: one liners eru no go. Havi ongantíð hoyrt um nakran, har tað hevur riggað. Tvørtur í móti havi eg tosað við fleiri kvinnur, sum eru farnar meiri ella minni skrýggjandi burtur, tá onkur er komin yvir og hevur sagt: “Hevur tú etið chilli, síðani tú ert so hot?” ella “Eg hopi tú ert tryggjað, tí tú hevur akkurát gjørt eina buglu í mínar buksir”.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?  Riggar Hanus Eliasen betri við ella uttan skegg? Hetta kundi møguliga eisini verði ein spurnarkanning á heimasíðuni, tí tað er av sonnum eitt mál, sum býtir fjøldina.

Hoyr samrøðuna um ÍF Føroyar

Í sendingini 3. hálvleikur á Rás2 sunnudagin tosaði Heri Simonsen, vertur, við næstformann okkara, Rólant Waag Dam. Hann greiddi frá niðurflytingarstríðnum hjá 1. liði, um uppflytingina hjá kvinnunum í Keypmannahavnarseriuna, um hvussu ÍF Føroyar er við at menna føroyskan fótbólt og ymiskt annað.

Tú kanst hoyra samrøðuna við at downloada MP3-fílin á hesari leinkjuni: http://www.sendspace.com/file/nblmkg

 

/(Bartal Højgaard)

Close, but no cigar

Líkindini vóru av teim allar bestu leygardagin, tá 1.manslið hjá ÍF Føroyum fekk vitjan av Fremad Valby í ársins síðsta leikumfari í Keypmannahavnaseriuni (KS). Bert einaferð áður hevur felagið verið umboðað á so høgum støði (tak meg ikki í tí, men eg meini, at tað var ímillum 2006-2008). Ta ferðina var debutsesongin góð og liðið spældi við í oddinum tað mesta av árinum. Men árið eftir gekk minni væl og tað endaði við, at liðið flutti niður aftur í seriu 1.

Í ár var so fyrstu ferð, at vit aftur vóru í KS og málsetningurin undan kappingarbyrjan var heilt greitt, at vit skuldu fáa okkum fótin fastan í deildini. Tí høvdu nevndin, formaðurin og annað gott fólk gjørt nógv burturúr at varpa ljós á, at dysturin leygardagin var týdningarmikil fyri felagið. Og fitt av fólki høvdu eisini leitað sær yvir á Kløvermarkina, fyri at stuðla og fylgja við hvussu leikur fór.

Undan dystinum var støðan hon, at vit lógu á triðaftasta plássi í deildini og harvið beint undir niðurflytingarstrikuni. Men trý stig frammanfyri okkum – og við munandi verri málmuni – lá B93, sum eisini spældi teirra síðsta dyst hetta kappingarárið á útivølli móti Rønne á Rønne Stadion – aka Nightmare Park. Um vit skulu umseta Rønne og Nightmare Park til føroysk viðurskifti, so er tann føroyski ækvivalenturin nokk, at spæla í ódnarveðri á gamla graslíkinum vesturi á Eiðinum í Vági. Ja, okkum er sagt, at seinast Rønne tapti á heimavølli var í 2009. Vit høvdu tí alla orsøk til at vera optimistiskir og trúgva uppá, at vunnu vit okkara dyst, so otaðu vit okkum upp um B93 og harvið eisini upp um niðurflytingarstrikuna.

Sjálvur dysturin byrjaði væl, og vit settu okkum beinavegin trygt á spælið. Men aftaná umleið tíggju minuttir, og beint ímóti leikgongdini, legði Fremad Valby seg á odda eftir gott skot og einmansavrik frá teirra vinstra vongi. Hetta skelkaði okkum eitt sindur, og bara fáar minuttir seinni heldur Trygvi okkum inni í dystinum, tá hann ger eina framúr dupultbjarging, aftaná at ein av teirra áleyparum gerst púra leysur smáar tríggju metrar frá okkara máli.

Men so smátt koma vit fyri okkum aftur, og hesaferð seta vit okkum á dystin fyri well. Eftir góðan hálvan tíma spælir Hanus Rók í góða støðu inni í brotsteiginum, hann vendir sær nakrar ferðir aftur og fram og javnar til 1-1. Stutt aftaná berjir Christian Høgni bóltin frá einum verjuleikara og serverar hann fyri føturnar á Steffan, sum høggur bóltin upp undir nettakið – 2-1 til okkum og hálvleikur. <br />

Í seinna hálvleiki er snøgt sagt klassamunur á liðunum og spenningur verður ongantíð um, hvør fer at vinna. 3-1 málið, sum kemur stutt aftaná steðgin, er eitt av teimum góðu. Tað byrjar afturi á høgra bakki, tá Pætur fyrst pilkar bóltin frá teirra vinstra vongi og síðan avleverar bóltin millum beinini á mótleikarinum fram til Christian Høgna, sum móttekur bóltin úti í høgru síðu, dregur frammvið einum mótleikara inn ímóti miðjuni og spælur bóltin upp í føturnar á Steffani. Ímeðan Steffan heldur verjuleikarinum aftanfyri seg, leggur hann við fyrstu nerting bóltin aftur til Christian Høgna, sum sær, at Hanus er strokin avstað og elegant chippar bóltin upp um teirra miðverjar beint í rennibanan hjá Hanusi, ið fyrst lyftir bóltin upp um málverjan, sum er komin eitt sindur út úr málinum, og síðan setir ferðina heilt niður og nonchalant spaserar teir síðstu metrarnar innum strikuna við bóltinum. Hetta punkteraði mótstøðuna. Og við tveimum málum á odda, snúði tað seg um at halda væl uppá bóltin, so at hinir ikki føldu, at teir kundu koma aftur í aftur. Tað gjørdu vit eisini. Og enn tá økti Steffan enn meira um munin, tá hann eftir horna fær sent bóltin í netið.

Sostatt endaði síðsti dystur hjá 1.mansliði við einum 4-1 sigri. Samstundis frættist av Bornholm, at Rønne hevði vunnið heili 8-0 á B93, sum tískil merkti, at vit á síðsta leikdegi kláraðu at troka okkum hetta síðsta, kritiska plássið longur upp á talvuni og harvið tryggjað okkum luttøku í KS aftur komandi kappingarár. Ella tað hildu vit…

Tí eftir at blaðið fór til prentingar, hava vit fingið boð um, at so er ikki kortini. Tað nýggjasta er, at niðurflytingarstrikan eisini hevur førkað seg eitt pláss longur upp. Uttan at fara í detaljur um hví so er, so hongur hetta saman við, at alt eftir hvussu nógv lið úr Keypmannahavnar umráðnum flyta úr/og í Danmarkarseriuna, verður avgjørt hvussu nógv lið flyta úr KS. Og í ár verða tað altso fýra lið, sum flyta niður og ikki trý, sum væntað. Hetta er sjálvsagt stór spell, tí hesa várhálvuna hava vit avgjørt prógvað, at vit hava støði til KS-fótbólt. Vit byrjaðu hálvuna langt aftast við einans tveimum stigum, men endaðu fjór aftast við 27 stigum. Um vit ímynda okkum, at vit spældu tvær hálvir, sum hesa, høvdu vit havt 50 stig og ligið eitt stig frá uppflyting til Danmarksseriuna. Hetta er møguliga eitt sindur spekulativt, men vist er tað spell, at vit skulu spæla seriu 1 fótbólt aftaná summarferiuna. Tó so um hugurin verður tann sami, sum í vár, so verður steðgurin vónandi ikki serliga drúgvur.

Trygvi Askham

Til síðst vilja vit takka Trygva fyri tíðina í felagnum, nú hann hevur sett kós heim aftur móti klettunum. Trygvi er útlærdur løgreglumaður og er settur í starv hjá løgregluni í Klaksvík.

Við Trygva í búrinum hevur 1. lið havt ein trúgvan, róligan og dugnaligan málverja. Saknur verður í honum, eingin ivi um tað.

Liðið: Trygvi – Pætur, Bárður, Ovi, Uni – Ólavur, Erland – Hanus, Rókur, Chr. Høgni – Steffan.

Myndir: Dagsins leikari gjørdist Rókur, honum á baki komu Steffan, Chr. Høgni og Bárður (Mynd: Trygvi Askham).
Myndin av Trygva er ein savnsmynd, ið er tikin eftir ein dyst, tá Trygvi var kosin dagsins leikari

/(Rókur av Fløtum Jespersen)

ÍF Føroyar á Rás2

Í Føroyum hava tey lagt merki til góðu gongdina í ÍF Føroyum hesa várhálvuna, og hetta fer 3. hálvleikur á Rás2 at varpa ljós á sendingini í dag.

Heri Simonsen, vertur, fer at skifta orð við næstformann okkara, Rólant Waag Dam, sum fer at greiða frá gongdini.

3. hálvleikur byrjar klokkan 16.50, tað vil siga 17.50 danska tíð, tá tað nýggjasta verður at frætta úr 13. leikumfari við samrøðum, reaktiónum og øllum tí, sendingin vanliga hevur at bjóða uppá.

Samrøðan um ÍF Føroyar kemur ein góðan tíma inn í sendingina, tað vil siga klokkan 18.55 danska tíð.

/(Emil Nolsøe Leifsson)