So rullar bólturin aftur á Kløvermarkini

Týskvøldið leikti 1. lið sín næsta dyst í nýggja kappingarárinum. Fyrsti dysturin varð leiktur seinasta leygardag, og bleiv úrslitið 4-2 til Nørrebro United í einum dysti, har okkara lið ikki heilt rakti dagin. Tí máttu aðrir bollar í suppuna týskvøldið, tá grannarnir KFB stóðu fyri tørni, og sigast má, at okkara leikarar vóru klárir frá dystarbyrjan. Frá fyrsta bríksli settu vit okkum á dystin, og við til tíðir sera góðum spæli skaptu vit eisini onkrar kjansir, tó uttan at fáa mál. Hálvleiksstøðan var tískil 0-0.

Seinni hálvleikur helt áfram eins og fyrri við, at vit høvdu bóltin meira. Vit komu fram til onkrar hálvar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Tó so, KFB høvdu eisini onkur innlegg og okkurt langskot, men saman við Mathias tók verjan sær av hesum.

Sum dysturin leið væntaðu nokk tey flestu, at dysturin mundi fara at enda 0-0. Men Sigurð vildi tað øðrvísi. Tá klokkan hevði rundað teir 89 minuttirnar fangar Mathias eitt innlegg. Við sínum ”falke-blikki” sær hann Sigurð longur frammi á vøllinum, og við einari frálíkari sending sendir hann Sigurð avstað. Sigurð fær fatur á bóltinum júst frammanvert miðstrikuna og setur ferð á. Komin fram at málinum eitt sindur til høgru, leggur hann hegnisliga bóltin yvir í handaru síðu á málinum. 1-0 til ÍF Føroyar og øll Kløvermarkin á gosi. Kanska hetta er at taka ov rívan til, men vit vóru í øllum førum fegnir. Og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð nakrar minuttir seinni, vóru 3 stig komin í hús.

Næsti dystur verður komandi leygardag á Kløvermarkini kl. 15.00 ímóti Dragør Bk.

Dagsins maður hendan dystin bleiv Rókur við 7 atkvøðum. Honum á baki komu Ólavur og Bárður við ávikavist 4 og 3 atkvøðum. Leggjast kann afturat, at Rókur eisini bleiv dagsins maður seinasta dyst.

Liðið: Mathias – Rani, Bárður, Kaj, Ásbjørn – Hanus, Ólavur, Svenn, Rói – Rókur, Brian

Eyka: Teitur, Sigurð, Helgi

Dagsins maður gjørdist Rókur
Dagsins maður gjørdist Rókur