
Trýst á logo’ið hjá amar’sport omanfyri, og tú verður víst/ur beinleiðis til síðuna, har tú kanst ogna tær tín venjingarbúna. Hetta gert tú við at fylgja vegleiðingini niðanfyri.
Vel tann pakkan tú ynskir.
– Pakki 1: Buksur, jakki og hosur. 480 kr.
– Pakki 2: Buksur, jakki, hosur, shorts og t-shirt. 780 kr.
Vel stødd, kyn og prent. Velur tú ‘intet’ fært tú bert prentað ‘ÍF Føroyar’ á bakið, logo hjá felagnum og høvuðsstuðli felagsins.
Trýst á ‘læg i kurv’.
Trýst nú á kurvina ovast í høgra hjørni og síðan ‘gå til kurv’.
Trýst á ‘gå videre’.
Á nýggju síðuni skalt tú skriva navn og addressu í tómu teigarnar. Her kanst tú eisini velja um tú vilt heinta klæðini sjálv/ur ella fáa tað sent heim fyri 50 krónur.
Í teiginum ‘bemærkninger’ er umráðandi, at tú viðmerkir stødd á klæðunum separat. Sí dømi omanfyri.
Jakke: S
Bukser: M
Shorts: M
T-shirt: S
Sokker: 36-40
Vónandi verður tú glað/ur fyri búnan.
Køv ikki eldhugan!