Totalt avsmyrjing í Tårnby

Leygardagur 13. maj – AB Tårnby vs. ÍF Føroyar II: 0-8 (0-4)

0-1: Sjálvmál (Bárður)

0-2: Dion (Jósup)

0-3: Dion (Jósup)

0-4: Johan (Jósup)

0-5: Dánial (Jósup)

0-6: Jens Michael (Jósup)

0-7: Johan (Dion)

0-8: Johan (Dion)

 

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Hanus – Heine – Jóhan

Pætur (c) – Tummas

Jóhan Petur – Dion – Johan

Jósup

Bonkurin: Ásbjørn, Jens Michael, Dánial

 

Aftaná sera sannførandi 6-0 sigurin heima ímóti CSC, so trúðu menn, at ein heilt onnur og størri avbjóðing lá og bíðaði í Tårnby, serliga eftirsum at AB Tårnby júst frammanundan høvdu fingið javnleik ímóti hinum oddaliðnum í deildini, Fremad Amager. Ein sera vælmannaður hópur var tískil gott uppsettur til dystin, men tað skuldi skjótt vísa seg, at dysturin fór at blíva munandi meira stuttligur enn strævin.

Okkara menn settu okkum á dystin beinanvegin, og tað gekk ikki leingi, áðrenn bæði Dion og Johan fingu hvør sín møguleika til at skora, men Dion rakti ikki bóltin nóg reint við sínum fluktara, og Johan rakti ov tætt uppá málmannin við sínum skoti. Tað kom tó skjótt hol á, og tað var ongin annar enn Bárður, ið átti stóran leiklut í hesum. Hann brýtur gott ígjøgnum á høgru síðu og leggur ein somikið vandamiklan bólt innfyri til Jósup, at ein verjuleikari hjá teimum endar við at koma ímillum og sendir bóltin í egið mál til 1-0.

Stutt aftaná brúkar Dion ein hálvfluktara til at skjóta uppum og líka innstilla siktið, tí hareftir var ongin náði. Jósup stútar eitt innlegg úr vinstru víðari til Dion, sum úr høgru síðu høggur til fyrstu ferð og smekkar bóltin í málið til 2-0. Aftaná hetta lat triðja málið bíða eftir sær, men tað var absolutt ikki vegna vantandi málmøguleikar. Aftaná Jósup hevur brent ein fínan møguleika, so loyvir Johan sær at misnýta ein risamøguleika, har hann ópressaður frá stuttaru fjarstøðu hevur gott pláss til at róliga útplasera málmannin, men onkursvegna rakar hann ikki málið. Jósup fær enn ein góðan møguleika, sum ikki gevur mál. Dion roynir seg aftur við einum skoti, og til síðst er tað Jóhan Petur, sum við hørðum skoti aftaná innlegg bert skal raka alla aðrastaðni enn júst á málmannin, sum stendur fulstendiga seldur; men tíverri rakar hann beint á fótin hjá honum.

Ímóti endanum av hálvleikinum bar tó endiliga til aftur. Og aftur var tað Dion ið var uppá spæl. Jósup spælir bóltin til hann uttanfyri brotsteigin, og aftaná nøkur trekk framvið nakrar leikarar, so útplaserar hann málmannin við góðum skoti til 3-0. Beint áðrenn hálvleik eydnaðist tað eisini hjá Johan at koma á máltalvuna. Eitt innlegg frá Jóhan úr vinstru síðu endar í einum nærdysti millum Jósup og ein verjuleikara, har bólturin verður lagdur at til Johan, sum hesaferð fær gagnnýtt stóra møguleikan til at skora til 4-0.

Í seinna hálvleiki vóru fleiri málmøguleikar enn nakar hevur tíð til at skriva ella lesa í hesum eksamenstíðum, men tað kann nevnast at Jósup beinanvegin fekk sín higartil størsta møguleika til at skora, men ei heldur hesaferð var eydnan við honum. Men um tað ikki riggar at skora sjálvur, so er tað týdningarmikið at man kann hjálpa øðrum til at gera tað, og her var hann sera raskur. Fyrst kombinera Jósup og Dánial seg ígjøgnum verjuna í høgru síðu og ístaðinfyri at skjóta sjálvur, so serverar Jósup bóltin fyri Dánial, sum trygt kann skora til 5-0. Stutt aftaná spæla Jósup og Jens Michael saman í vinstru síðu, og hóast har enn var nógv arbeiði at gera, so megnar Jens Michael at fáa gott skot á, so bólturin syngur í málið til 6-0, annar dystur á rað, at hann skorar eitt sera hegnisligt mál.

Aftaná hetta byrjaði ein intens innanhýsis kapping um, hvør kláraði at koma tættast uppá at skora, uttan at skora. Jens var tætt uppá at fáa fleiri mál, og tað sama var Dánial, men síðsti neyvleikin í skotunum manglaði akkurát. Heine var eisini sera nær við aftaná hornaspark, og Jóhan Petur var aftur tætt uppá at koma á máltalvuna. Har var tó ongin, sum kundi kappast við Johan hendan dagin. Aftaná at hava brent nakrar fínar møguleikar aftrat, so endaði hann við at fáa ein møguleika sum (um møguligt) var størri enn tann, sum hann hevði í fyrra hálvleiki. Johan kann av røttum kallast ein málrevur, so hvussu tað eydnaðist honum at standa so leysur og tætt við málið og síðani at skjóta so langt og ófantaligt framvið málinum, má standa eftir sum ein ósvaraður spurningur (uttan so tú spyr Johan, sum ivaleyst hevur eitt skjótt og gott svar!).

Men sum tann málrevur hann er, so lat hann seg ikki ávirka av skommini og stríddist heldur víðari. Hetta gav eisini úrslit, tí ímóti endanum er hann fyrstur á ein langan rennibólt frá Dion og einsamallur við málmannin eydnast tað honum í aðru atløgu at skora til 7-0. Til síðst sendir Dion frá høgru síðu eina meistarliga avlevering inn til Johan sum opnar alla verjuna, og her er Johan endiliga ósvikaliga tryggur og syrgir fyri eitt hattrick til sín sjálvan og endaligu støðuna 8-0.

Fyri annan dyst á rað var tað sanniliga talan um enn ein róligan, vakran og fantastiskan dag á kontórinum. AB Tårnby vóru faktiskt ikki líka so vánaligir sum CSC, men tá ið hendan manningin er í hopla, tá er ikki nógv annað man kann gera enn at standa og njóta tað. Vónandi verður hetta sama mannagongd til næsta dyst, har mótstøðulið verða lokalrivalarnir úr Fremad Amager. Teir royna at fylgja við í hølunum á okkum í tabelluni, men tann jagstranin skal fáa ein bráðan enda komandi sunnudag.

 

Dagsins Leikari: Nógvir mans fingu uppiborðnar atkvøður aftaná hendan dystin, men hóast liðfelagarnir alsamt nærkast Dion, so eydnaðist tað honum fyri triðja dyst á rað at vinna heiðurin, sum Dagsins Leikari, har hann fekk tvær atkvøður meira enn Johan og Pætur.

 

Dagsins Detalja: Her kunnu nevnast fleiri detaljur, bæði áðrenn, undir og aftaná dystin. Av juridiskum orsøkum kunnu vit tó ikki fara í nærri detaljur viðvíkjandi koyritúrin hjá Dánial til Tårnby, men vit eru nakrir ið eru takksamir fyri at vit komu heilskaptir til dystin. Tað kann eisini nevnast, at Ásbjørn fyri fyrstu ferð í næstan 4 ár er sloppin framat aftur at vaksa klæðini, aftaná hann í 2012 á sera taktiskan hátt megnaði at oyðileggja eitt heilt leikarasett og harvið syrgdi fyri, at hann ikki bleiv biðin aftur. Eitt annað stuttligt faktum er at hóast vit hava vunnið tveir teir seinastu dystirnir við samanlagt 14-0, so hevur Jósup sum fremsti maður í álopinum ikki fingið nakað mál í teimum báðum dystunum. Um man er í tí fitta lagnum, so kann man leggja aftrat at hann hinvegin hevur lagt upp til næstan helvtina av teimum 14 málunum. Í sjálvum dystinum var Johan raskur til at stjala uppmerksomheitina og serliga tveir av misnýttu málmøguleikunum fara at liva longi í minninum hjá teimum, ið vóru vitnir. Men um man leggur happingarmentalitetin til síðis eina løtu, so var tað av sonnum ein stór frøi at síggja, hvussu Johan sum fremsti maður í álopinum spurtaði yvir 50 metrar heim fyri at hjálpa til at forða einum kontraálopi hjá hinum, hóast støðan var 6-0 og minni enn 10 minuttir vóru eftir. At Johan so skoraði beinanvegin aftaná vit fingu bóltin, ger handan sekvensin til ein uppibornan vinnara av Dagsins Detalju.

Kvinnurnar úti fyri einum teprum 1-0 tapi

Gentofte – ÍF FØROYAR

Sum spildurnýggjur greinaskrivari á heimasíðuni fór eg at kanna eina ”gamla” dystarfrágreiðing frá 22. September, um hvussu ein slík skuldi skrivast. Tað fyrsta eg býti merkið í, er setningin ”Coach Hentze gav góð ráð til morgunábitið..?”.. Hetta kenni eg einki til, kom svong til borðtennisborðið uttanfyri ØK kl 9.30, so kommunikatiónin á kvinnuliðnum má helst blíva betri.

Til nakað annað, so er tað faktisk Monika, ið bleiv kárað dagsins leikari, ið skuldi skriva hesa frágreiðingina, men liðskiparin dugir ikki bara at sparka, eisini at forhandla; eg tók ábyrgdina á meg fyri at fáa shotgun í bilinum heimaftur. (Hóast eg langt síðan hevði fingið tað, men driver Marjun avgjørdi at taka tað aftur vegna gloymt handklæði??…. #heartless )

Nå MEN, leiðin gekk til Citybois-distriktið, Gentofte, leygardagin. Tað var av allar fagrasta veðri, fyri fyrstu ferð var hosutape í læknataskuni, ongir eiturkoppar í skiftirúminum, nýggjar gaggir at skoða og so ein fantastiskur kunstbani og góðir bóltar! Sikkurt eisini onkur morgunmatur/brunch, sum man ikki hevur fingið við!

Gentofte var eitt pláss frammanfyri okkum áðrenn dystin, so tað var lagt upp til ein spennandi dyst og eisini høvdu vit onkrir áskoðarir, ið vóru raskir at heppa. Vit spældu væl fyrstu 25 minuttirnar og stóðu væl á vøllinum, og síðan bleiv tað eitt sindur rótut, Gentofte skoraði eitt heldigt mál, eftir eina lítla misskiljing.

Eftir hálvleikin fóru kvinnurnar út aftur á vøllin at berjast víðari, vit løgdu betri út enn seinna part av fyrra hálvleiki, tó uttan at tað eydnaðist okkum at fáa bóltin í kassan. Simona rakti leikarirnir væl í útspørkum, rættiliga deiligt og vigtigt, og vit vunnu oftast bæði teirra og okkara útspørk. Liðini vóru tøtt og dysturin kundi farið báðar vegir. Teir størstu møguleikarnir vit høvdu, áttu Monika og Sára allarhelst, men ellars røsku Suðuroyingarnir megnaðu ikki at fáa bóltin inn, tíverri.

Fríða, okkara Xavi á miðvølllinum, byrjaði inni, men var tíverri illa fyri og mátti út. Hon kom tó innaftur at hjálpa til síðstu løtuna, sum ein rættur kríggjari. Vit elskaðu hana enn og meira tá ið hon diskaði upp við einum fastalávints-bolla-køku-manni við glasur og bommum eftir dystin í skiftirúminum – Takk Fríða <3 #kvindemedoverskud

Onki ball var hildið eftir dystin, kvinnurnar eru rættiliga seriøsar, men undirritaði er nábúgvi við onkran á 3.liðnum hjá monnunum, ið henda dagin vunnu 10-2, og man má siga at teir høvdu eitt púra svakt ball, til lukku við sigrinum og ein heilsan til hann sjálvan ovast, uttast í J: koyr hurðina aftur næstuferð tit fara at ”syngja” kór ti Backstreet Boys kl 03.00 😉

Liðið: Simona, Turið, Monika, Gunvá, Helena, Steintóra, Fríða, Malan, Silja, Helena, Sára (Sunneva, Marjun, Elin)

Venjari: Tórður

Vit gleða okkum til næsta dyst. #lovefootball

Kvinnurnar koyra á!

4. umfar – Fremad Valby vs. ÍF Føroyar 0-1

Enn eina ferð var lagt upp til ein tættan dyst, tá ið okkara kvinnur møttu Fremad Valby í Valbyparkini leygarmorgunin.

Stigatalvan áðrenn dystin: Fremad Valby 7 – vit 6.

Útlitini til dystin vóru góð! Coach Hentze hevði givið damunum góð ráð til morgunábitið og helmingurin bleiv koyrdur til dyst. Tó kom fyrsta avbjóðingin longu áðrenn dystarbyrjan – hvar var rætta skiftirúmið? Tá ið koordinatarnir vóru innstillaðir rætt, taktikkurin klárlagdur og einari effektivari upphitin á 15 minuttir, stóðu kvinnurnar klárar at herja á – og tað gjørdu tær í 90 minuttir!

Einasta málið í dystinum kom, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Tá velur teirra, framúr góði, málverji at lofta bóltinum, leggja bóltin niður og síðani taka hann upp aftur – indirekta fríspark!! Fríða trillar bóltin til Maluna, sum setir bóltin trygt í netið til 1-0!

Fyrri hálvleikur er annars javnur, bæði liðini hava málmøguleikar við m.a. skotum á tvørstongina. Liðini kempa hvør í sínum lagi við góðum fótbóltsanda. Hetta kann tó ikki sigast um seinna hálvleik, har mótstøðuliðið verður meira og meira trýst, og tær velja at brúka ljót orð og tacklingar í staðin fyri at hugsa fótbólt – teirra illsinnishirs gav okkum stríðsmegi.

Har køvdi eingin eldhugan – lå lå lå lå lå låååå lå

Dagsins gysari kom, tá Gunvá kom í ein nærdyst við eina á mótstøðuliðnum, sum rakti plett, um nakkin á Gunvá var bólturin – og vekk var hon! Gunvá vaknaði við aftur løtu seinni – lidt rundtosset! Hon mátti av tí sama út á bonkin at sita restina av dystinum fyri at koma seg. Hon hevur tað gott í dag 😉

Liðið leygardagin var: Simona, Durita, Monika (C), Sunneva, Turið, Helena J, Gunvá, Malan, Fríða, Silja og Unn. (Helena W, Sanna, Steintóra).

Dagsins leikari gjørdist Malan.

Kvinnurnar liggja nú á einum 4. plássi við 9 stigum, 4 stig aftanfyri oddaliðið.

 

Komandi dystur verður á Kløver leygardagin kl 13, tá ið vit taka ímóti CBS Sport damunum, ið liggja á 8. plássi við 4 stigum fyri 4 leiktar dystir.

Góða gongdin hjá ÍF Føroyar kvinnunum heldur fram.

Leygardagin vóru kvinnurnar aftur í eldinum og vunnu ikki minni enn 3-1 á Østerbro IF. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini í frálíkum fótbóltslíkindum.

Í fyrra hálvleiki stóðu ÍF Føroyar kvinnurnar væl á vøllinum og pressaðu óført, men torført var at fáa spælið at koyra. Sigast skal eisini, at Østerbro IF hevði meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki.

Í steðginum komu greið boð fra venjaranum um, at nú skuldi tað vera, og at tað gott kundi bera til. Við undanvindi fóru kvinnurnar við góðum treysti inn til seinna hálvleik.

Tá 10 min vóru leiktir av seinna hálvleiki, løgdu Østerbro IF seg á odda. Málið kom eftir fríspark, nakað uttan fyri brotsteigin. Eftir hetta fluttu IF Føroyar kvinnurnar seg longur fram á vøllin og megnaðu at skora til 1-1. Eftir gott spæl og avlevering frá Silju, var bara eftir hjá Unn at skjóta bóltin i málið. Síðani fingu kvinnurnar brotsspark, eftir at ein Østerbro leikari hevði hondina á bóltinum. Malan setti bóltin trygt í netið til 2-1. Seinasta málið kom tá 10 min vóru eftir av dystinum. Simona gúppaði bóltin fram til Unn, sum hegnisliga lobbaði bóltin uppum málmannin.

Allar kvinnurnar kempaðu sera væl og stóðu saman sum lið, og vunnu við hesum ein greiðan 3-1 sigur.

Liðið var mannað av: Simonu, Helenu J., Helenu W., Gunvu, Sunnevu, Moniku, Unn, Maluni, Lív og Silju.

Á bonkinum vóru: Sanna, Sára og Elin.

 

Dagsins leikari gjørdist Unn.

 

Kvinnurnar spæla dyst aftur leygardagin í Valby.

 

 

 

Heim aftur ongul í reyv…

Leygardagin fór 2. liðið allan vegin til Hellerup, har slagið skuldi standað á vakra heimavøllinum hjá B1903. Sólin skein alfagurt og líkindini vóru perfekt til góðan fótbóltsdyst. Hetta bleiv tó væl og virðiliga broytt seinni.


Sjálvur dysturin var sera tættur, uttan at tað hendi stórvegis. Liðini skiftist um at halda uppá bóltin og trekkja seg aftur. Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið møguliga sindur meira yvirvág í spælinum, men tað var hinvegin ÍF Føroyar ið stóð fyri teir fáu málmøguleikar ið vóru. M.a. hevði J skot beint framvið málið, JD bleiv takklaður í skotløtuni og Johan var nakrar ferðir um reppið til at koma fram til góðar møguleikar, men tað bleiv allatíðina bert til ”lige ved og næsten”. Í hinum endanum stóð tann defensivi múrurin stinnur, sostatt at tað vandamiklasta hinir komu fram til vóru nøkur innlegg.


Støðan var tískil 0-0 í hálvleikinum, men 2. hálvleikur byrjaði sum eitt óðveður, bókstaviliga! Aftaná fáar minuttir fekk Johan størsta møguleikan í dystinum, aftaná ein tilvildarligur bóltur datt fyri føturnar á honum í fríari støðu fáar metrar frá málinum. Tíverri kom málmaðurin framúrskarandi skjótt og væl út og fekk bjargað skotinum frá Johan. Um hetta mundið var veðurlagið broytt somikið nógv, at sjálvt Móður Føroyar hevði verið æviga stólt. Uppá lítla løtu fór veðrið frá sól og turt til ódn og monsunregn, og tá ið hekklingur og torusláttur eisini kom uppí leikin, noyddist dómarin at steðga dystinum fyribils, til tess at menn kundu fáa tak yvir høvdið eina løtu.


Lagið var tó framvegis gott og skemtiligt og uml. 15-20 min. seinni sloppu menn í aktión aftur. Um okur enn vóru vátir og kaldir er ilt at siga, men faktum er tíverri at heimaliðið kom væl betri frá byrjan aftaná ófrívilliga steðgin. Eitt fríspark tætt uppá miðjarsirkulin bleiv skotið sera væl innfyri og har var ein dani fyrstur og fekk stútað til 1-0. Sum um tað ikki var frustrerandi nokk at B1903 skoraðu uppá sín fyrsta málmøguleika, so var seinna málið óendaliga frustrerandi. Eitt hart innlegg frá 30-35 metrum rakar ein føroyskan verjuleikara, sum stendur 20-25 metrar frá málinum, men málverjin verður fangaður á skeiva beininum og bólturin fer onkursvegna inn í nærmasta horn. Tað gongur long tíð ímillum at man sær heldigari mál.


Aftaná hetta bleiv tað sera torført, tí ódnarveðrið gjørdi tað fulstendiga ógjørligt at spæla fótbólt. Bólturin steðgaði t.d. ofta á tí váta vøllinum og hetta var til stóran fyrimun fyri heimaliðið, av tí at umstøðurnar vóru perfektar til at bert skula verja eina leiðslu, ístaðinfyri at spæla fótbólt. Ein redusering kom tó, aftaná Emil stútaði ein bólt inn um verjuna, har toppskjúttin Johan var ísakaldur (bæði so og so) einsamallur við málverjanum. Trýstið á heimaliðið vaks fyri hvønn minutt, men inn vildi bólturin ikki. Sigurð var so óheppin at glíða í skotløtuni tá ið hann fekk ein stóran málmøguleika og teir flestu hildu eisini at Reidar skoraði ímóti endanum, men hansara stútari fór tíverri beint uppum. Endaligið úrslitið bleiv tí 2-1 til B1903, men ongin ivi er um at ÍF Føroyar høvdu uppiborið betri.

Uppstillingin:
Sjúrður
Ásbjørn – Hanus – Teitur – Jóhannus
Ingi S. – Emil – J – JD.
Jóhan Petur
Johan
Bonkurin: Bartal, Sigurð, Jákup S.

Dagsins Leikari:
Aftaná sera gott avrik í miðverjuni, fór Hanus trygt avstað við heiðrinum við 6 atkvøðum.

Dagsins Detalja:
Sjúrður var offur fyri fúlari stempling á knæið og ongin í øllum Hellerup var í iva um at hann fekk ilt. Hann fekk eisini fríspark, men var sjálvsagt í øðini um at gerningsmaðurin onki kort fekk. Hann fór tí í harðmælt kjak við dómaran um hetta, aftaná hann endiliga var komin á føtur aftur. Dómarin var tó somikið skelkaður av hesum at hann als ikki visti hvat hann skuldi siga. Hann fekk bert mumlað og stamað okkurt ósamanhangandi nonsens út, sostatt at Sjúrður til síðst bleiv so ótolin at hann kølnaði niður aftur og droppaði at skeldast víðari. Ringt er at siga um dómarin valdi hesa mannagongd við vilja, men faktum er so at hann fekk sissað Sjúrða, so tað er væl møguligt at dómarar kring alt Keypmannahavn fara at skriva hesa lítlu fintuna aftanfyri oyra 😉

Kvinnurnar eru í gongd

Eftir heldur keðiliga byrjan, megnaðu kvinnurnar saman við Tórður Hentze at vinna næsta dystin í kappingini. Mánakvøldið vunnu tær 1-0 á KFUM. Dysturin var spældur í Emdrupparkini.

Málið kom tá fyrri hálvleikur var 7 minuttir gamal. Tað var aftaná eitt gott útspark frá Simonu, sum Gunvá hegnisliga tók ímóti á miðjuni og síðan spældi til Silju, sum so ger eina klassa avlevering til Maluna, sum skýtur bóltin upp í høgra hjørnið. Eitt fantastiska flott mál!!

Fyrsti hálvleikur var rættiliga javnur, bæði liðini royndu at spæla sítt spæl. Í seinna hálvleiki var tað meira KFUM sum hevði bóltin, men okkara kvinnur kempaðu óført og spældu upp til sítt besta og vunnu harvið dystin.

Verjan saman við Simonu spældu ein branddyst (hvis je sjálv skal siga tað ;)) og megnaðu at halda málið reint.

Alt í alt ein góður dystur frá okkara kvinnum, og trý deilig stig at fáa á kontoina.

Liðið henda dystin var mannað av: Simonu, Turið, Sunnevu, Moniku, Helenu W., Silju, Gunvu, Fríðu, Helenu J., Maluni og Unn. À bonkinum: Steintóra og Sanna.

Dagsins leikari gjørdist Monika við 12 stemmum og Gunvá fekk 1.

Kvinnurnar spæla aftur leygard. á Kløvermarkini, har tær taka ímóti Østrebro IF.

Tættur og vælspældur dystur fekk 2. lið á stigatalvuna!

Veðrið var líka so vakurt sum lagið var gott, tá ið 2. liðið hjá ÍF Føroyum leygardagin tók ímóti Dragør á Kløvermarkini.

Ynskið um at fáa tey 3 stigini var stórt, bæði eftirsum at 2. liðið tapti sín fyrsta dyst, samstundis sum hetta eisini var fyrsti dysturin hjá nýggja venjarinum, Niels S. Rødgaard. Hetta kom eisini til sjóndar á vøllinum.
Dysturin byrjaði tó ikki so sannførandi. Menn skuldi líka koma í gongd aftaná langa summarsteðgin og har var ikki nógv at skriva heim um fyrstu 15-20 minuttirnar, burtursæð frá nøkrum kvalifiseraðum langskotum.
Men so byrjaði nýggja offensiva duo’in, Johan og Joseph, at bíta frá sær og brilliera. Joseph leggur eina perfekta stikning og Johan time’ar eisini sítt løb til perfektión, sostatt at offside fellan verður fulstendiga snýtt. Einsamallur við málmannin er Johan ísakaldur, avdriblar hann og setir bóltin trygt í tóma netið til 1-0. Stutt aftaná býta teir báðir um rollur, har teir aftaná fornemma 1-2 kombinatión skera ígjøgnum verjuna sum heitur grindaknívur gjøgnum bleytt smør, sostatt at Joseph blívur púra leysur við málmannin, har hann er líka ósvikaliga tryggur og økir til 2-0. Synd at Jack & Jones longu hava patent á vørumerkið J&J.

Restina av hálvleikinum royna Dragør at trýsta á, men miðvøllurin stríðist sum úlvar á skóg, samstundis sum sterka verjan stendur stinn og avvísir øllum. Faktiskt var tað bert einaferð vandi á ferð. Hetta var tá ið ein høgur bóltur bleiv lagdur aftur til Sjúrða, men góði og karakteristiski bóltførleikin kom honum enn einaferð til góðar, so hann trygt fekk fluktað bóltin vekk.

Johan hevði enn ein fríløbara ella tveir aftaná bæði gott uppspæl og flott einmansavrik, men hann var ikki áhugaður í at drepa spenningin í dystinum, so farið var til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki var sama mynstur. Dragør høvdu bóltin meira og meira, men ÍF Føroyar stóð gott og kompakt. Hetta fekk Dragør til at senda alsamt fleiri langar og høgar bóltar, men verjan og serliga miðverjan við Teitur og Reidar syrgdu fyri at tað ongantíð bleiv rættiliga vandamikið.
Hinvegin vóru okkara menn sera vandamiklir uppá effektivt umstillingsspæl. Tó kann man eisini mistonkja leikararnar fyri at hava avtalað áðrenn dystin at nýggi venjarin skuldi haldast á pínubonkinum so longi sum gjørligt. Reidar var tætt við at fáa mál aftaná framúrskarandi einmansavrik, Ásbjørn var sera tætt uppá at fáa prikað bóltin í málið og Joseph valdi eisini at skjóta skeivu megin síðunetið frá 1-2 metrum.

Aftaná hetta hendi sjálvandi tað ið ikki skuldi henda: Fyri fyrstu ferð í dystinum verður Sjúrður ordiliga testaður og megnar eisini at gera eina flotta bjarging, men tíverri bleiv returbólturin settur í netið til 2-1 við 15-20 minuttum eftir.

Leikararnir vóru tó trúfastir ímóti áðurnevndu loyniligu avtalu og gjørdu sítt besta fyri ikki at punktera dystin. Samstundis sum teir stríddist fyrimyndarliga væl og framvegis fyri tað mesta spældu gott, so kom tað triðja málið ongantíð. Ingi var annars nær við við einum heilfluktara og Johan fekk eisini tveir møguleikar avtrat, har hann á einum vanligum degi hevði fingið mál. Tað skal tó nevnast at hann sjálvur stóð fyri at skalla seg sjálvan frían til ein fríløbara, ein imponerandi aktión sum man ikki sær ofta.
Men aftaná 5-6 min. av yvirtíð og ið so nógvum spenningi, kundi ein sera fegin venjari hoyra dómaran bríksla fyri síðstu ferð og staðfesta 2-1 sigurin.

Uppstillingin:
Sjúrður
Jákup – Reidar – Teitur – Bartal
Hanus E. – Ásbjørn – Jóhannus – Hanus M.
Joseph
Johan
Bonkurin: Ingi , Bárður, Sigurð

Dagsins Leikari:
Joseph fekk bæði debut, mál, assist og heiðurin sum Dagsins Leikari við 6 atkvøðum.

Dagsins Detalja:
Aftaná horna til ÍF Føroyar endar bólturin hjá einum leikara hjá Dragør, sum spurtandi fer avstað í vandamikið skjótálop gjøgnum síðuna. Venjarin hjá ÍF Føroyum brølar at leikararnir skulu koma aftur, men hetta gjørdi hann eftir øllum at døma so hart og ofta at áðurnevndi leikarin byrjar at skeldast við venjaran, ímeðan hann framvegis hevur bóltin! Hetta distraheraði leikarin somikið nógv at sjálvt Teitur náddi at renna hann uppaftur og fáa bóltin av vandaleið. Hetta elvdi eisini til sindur av balladu aftaná dystarlok, men i krig, kærlighed og Serie 2 gælder alle kneb 🙂

Hørð byrjan hjá 1.liði

Eftir langa summarferiu frá fótbólti byrjaði kappingin í Seriu 1 aftur seinasta fríggjadag. Mótstøðuliðið fyrsta dystin vóru Husum, sum seinasta ár endaðu á einum 2. plássi, 1 pláss frammanfyri okkum. Tískil kundi man vænta ein torføran dyst, nú tvey av toppliðunum frá undanfarna ári hittust. Hetta var somuleiðis eisini fyrsti dystur, sum bleiv leiktur á teirra nýggja graslíkisvølli, og tí bleiv nógv gjørt burturúr rundan um dystin; matur, roykur, DJ og nógvir áskoðarar.
Dysturin livdi tó ikki upp til rammurnar rundan um hann – í hvussu er ikki fyri okkara viðkomandi. Tá dómarin floytaði til hálvleiks, vóru vit longu aftanfyri 3-0. Husum hevði leikliga yvirvág, og tó at teir ikki skaptu so nógvar møguleikar, so vóru teir effektivir, tá teir fingu møguleikan. Vit hinvegin vóru ov stirvnir í uppspælinum og gjørdu ov nógvar feilir.
Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur løgin. Vit vóru ikki meir enn byrjaðir, so skoraðu teir aftur, og dysturin var tá endaliga avgjørdur. Eftir hetta fór luftin líkasum úr ballónini, og dysturin dovnaði nakað. Vit spældu okkum eftir hetta fram til fleiri møguleikar, men fingu bert tað eina málið. Endaliga úrslitið gjørdist tí 4-1 til Husum.

Mikudagin 12. august spældi 1.liðið eisini ein steypadyst. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini ímóti Hvidovre, sum spæla í 2.division øst. Tann dysturin endaði heili 6-0 til mótstøðuliðið.

Eftir tveir dystir, tvey tap og eina málúrtøku sum sigur 1-10 er tíð til at reisa seg aftur! Hetta verður vónandi gjørt leygardagin kl. 15.00, tá 1. liðið møtir Østerbro IF á Kløvermarkini. Øll eru vælkomin at stuðla.

Liðið móti Husum: Heini – Uni, Bárður, John, Jóhannus – Erland, Emil, Sigurð, Bogi, Rói – Jóhan E.
Á Beinkinum: Jóhan G, Ásbjørn og Andras.

Málmaður vísti stórspæl í tapi

Í góðveðrinum leygardagin á Kløvermarkini spældi 2. lið sín fyrsta dyst í heysthálvuni.

Valby kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki eftir eina verjuvillu. Ein verjuleikari roynir at dribla forbí ein mótstøðuleikara, men missir bóltin. Áleyparin hjá mótstøðuliðnum kemur einsamallur móti Sjúrði. Sjúrður bjargar fyrsta skotinum, men fær einki gjørt við returin. 0-1 til Valby.

Dysturin gjørdist javnur, hóast Valby hevði teir betru málmøguleikarnar. Sjúrður hevði fleiri stórbjargingar. Eina eftir frísparksroynd, har hann fekk parrera út í síðuna og eina refleksbjarging eftir góða fríspæling hjá mótstøðuliðnum.

Um miðjan seinna hálvleik javna vit. Tummas verður meistarliga spældur fríur eftir eina sera góða avlevering frá Áslakki og einsamallur við málmannin sveik hann ikki. 1-1 og nú trúðu vit orduliga upp á sakina.

Tá eini 5 minuttir restaðu eftir av dystinum skora Valby til 1-2. Málið kom eftir uppspæl í teirra høgru síðu og endaði við at ein áleypari hjá teimum úr 5 metra fjarstøðu kom at standa fríur og knallaði bóltin í kassan. 1-2 til Valby.

Í eini roynd at javna, satsaðu vit og koyrdu fleiri fólk fram í álopi. Hetta vísti seg tó ikki at bera frugt og fingu Valby eitt mál afturat. Dysturin endaði 1-3 til Valby. Hóast trý mál fóru ígjøgnum, so vísti málmaðurin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, stórspæl og var tað ikki fyri hann kundi tapið verið enn størri.

Næsti dysturin verður leygardagin 29. august móti Dragør. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar hann kl. 13:00.

Liðið hendan dagin:

Sjúrður; Ásfinnur, Jákup, Sámal, Bartal; Jaspur, Tummas, Johan, Hanus; Áslakkur; Brian

Á beinkinum: Leo, Bergur J og Bergur S

Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.
Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.

ÍF Føroyar móti Østerbro IF

Kvinnurnar vóru komnar fyri seg aftur, eftir steypadystin í Albertslund mikukvøldið, og leygardagin 9. mai, á góðum heimavølli skuldi hesin dystur sjálvsagt vinnast.

Fyribilsvenjarin hevði nýtt sín føroyska veðursans og var klár í regnklæðum.

Stutt eftir at dysturin var settur ígongd, løgdu ÍF Føroyar seg á odda 1-0, við at málmaðurin hjá Østerbro IF var ov skjót at taka bóltin upp, í tí hann lá millimetrar uttan fyri sekstanmeturin. Eygleiðandi dómarin beit merki til hetta og dømdi fríspark, har Jacoba setti bóltin trygt í netið.

Kvinnurnar skoraðu aftur, tá Annika setti síðsta fót á bóltin. Spælið koyrdi væl; avtalur vóru hildnar og kvinnurnar spældu saman sum eitt satt lið. Brádliga skoraðu Østerbro IF við einum ómetaliga óheldigum málið, ið gjørdi hálvleiksstøðuna til 2-1.

Í fyrru helvt av seinna hálvleiki megnaði Østerbro IF at skora tvey mál, har kvinnurnar fóru langt niður við høvdinum. Men tá tveir minuttir vóru eftir, megnaðu kvinnurnar at skora til 3-3, við einum góðum álopi frá Anniku og Jacobu. Eg lúgvi ikki tá eg sigi, at verðin stóð still í fimm sekund, tí bólturin bleiv lobbaður so høgt yvir málmannin, at tað var sum at síggja eitt brotsspark frá Beckham sum fór uppum málið. Men mín sann! Bólturin dalaði og sat trygt í málinum. Kvinnurnar fegnaðust um hetta málið, við einum burgara omaná Jacobu, sum var tað sigursmálið til heimsmeistaraheitið.

Vanligi málmaðurin var ikki við til hendan dystin, men Sunneva stóð væl og bjargaði mongum bóltum á málstrikuni.

Dagsins leikari gjørdist miðvallarin, Jacoba Langgaard.

Liðið: Sunneva, Gunnvá, Barbara, Monika, Helena, Maria, Súsanna, Jacoba, Elin, Sára og Turið. Eyka og innskiftarar: Annika og Ninna

Kvinnurnar leikt steypadyst og í eini steypakapping kann alt henda!

Og tað gjørdi tað, næstan. Nógv mál og fleri sjálvmál, gul kort og fríspørk, saksaskotsmál og tåhyler mál, tora og regn.

Tað sá út til, á papírinum, at í ár skuldi tað verða. Nú skuldu kvinnurnar spæla seg víðari í steypakappingini. Mótstøðuliðið var Herstedøster IC, sum spælir í seriu 1, tvær deildir undir ÍF FØ kvinnunum, sum leika í Københavner seriuni. Men hinar leggja út við buldur og brak, í einum summarfestivalslíknandi æli, og áðrenn okkara kvinnur náa at fóta sær, er støðan 3-0. Venjarin ger nakrar broytingar beinanveg, men spælið koyrir ikki hjá ÍF FØ kvinnunum hendan dagin.

Tað var ikki nógv skil á spælinum tann fyrsta partin av dystinum og støðan í hálvleikinum gjørdist heili 5-1. Eftir at skelkurin er blástur vekk, koma kvinnurnar betri inn í dystin. Seinni hálvleikur bleiv meira javnur, har okkara kvinnur skoraðu tvær ferðir og hinar fingu eitt mál. Tað endaði sostatt við, at okkara kvinnur taptu 6-3 ímóti underdogs úr Herstedøster IC úti í Albertslund.

Málini: Forsvarsgeneralurin Monika Skrtel-menviðhári Samuelsen fekk tvey mál, tað fyrra er eitt skjótálop, sum hon sjálv setur í gongd úr verjuni og tað endar við hon hevur síðsta fótin á eisini. Tað næsta var ein nemmur (nemmur, um man ikki er Torres í Chelsea) returbóltur. Turið skoraði sítt allar fyrsta mál fyri ÍF Føroyar og tað var í besta Nistelroy-stíli, stóð á rætta stað á rætta tíðspunkti og kundi lættliga skjóta bóltin í málið. Dagsins leikari gjørdist breiðkjaftaði miðvallarin Jacoba Graversen Langgaard.

Liðið: Simona(c), Gunvá, Barbara, Fríða, Sunneva, Helena, Maria, Monika, Elin, Jacoba og Turið. Eyka og innskiftar: Silja og Annika.

Næsti dystur er á Kløvermarkini leygardagin 09. mai ímóti Østerbro IF kl. 13.